EM-undankappingin hjá U21-landsliðnum kemur at enda í kvøld. Føroyar taka á Tórsvølli ímóti Hvítarusslandi. Eitt stig skilur liðini á stigatalvuni, so lagt er upp til ein tættan dyst.
Føroyar vunnu 3-2, tá liðini hittust í september í fjør. Tá gjørdi Jørgen Nielsen hattrikk. Víkinga-áleyparin hevur í kvøld sín seinasta møguleika at einsamallur taka málmetið á U21-landsliðnum. Glyvramaðurin hevur, eins og Stefan Radosavljevic, fimm mál á elsta ungdómslandsliðnum.
Sí eisini: Jørgen hevur fyrr givið hvítarussum høvuðbrýggj (Video)
Eftir hattrikkið móti Hvítarusslandi í fjør (Mynd: FSF)
Jørgen er ein av mongum, sum í dag spæla sín seinasta U21-landsdyst. Teir, sum eru føddir í 2002 og 2003 verða ov gamlir nú. Talan er meginpartin av spælarunum í hópinum.
Ein av teimum, sum framvegis hevur aldur í næstu undankapping, er Áki Samuelsen. 20-ára gamli HB-vongurin var ikki við móti Portugal fríggjadagin, tí hann framvegis er við at koma heilt fyri seg eftir fótskaða. Áki varð tí ikki úttikin í fyrstu syftu, men nú hevur felagið játtað, at hann kann vera við móti Hvítarusslandi.
Javngamli Heini Fossdalsá Sørensen fekk heilaskjálvta í dystinum móti Portugal fríggjadagin eftir ein ógvuliga alboga frá Fabio Silva. Tekniskt dugnaliga miðvallarin er tískil ikki tøkur í dag.
Fríggjadagin mistu Føroyar stig á stokkinum móti oddaliðnum Portugal. Føroyar eru á 4. plássinum í bólkinum og enda har, um tað eydnast at fáa stig móti hvítarussum.
Seinasta umfar í EM-undankappingini
Í morgin, týsdagin 15.10
17.00: Føroyar - Hvítarussland
Dysturin sæst í Televarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald