Meðan spenningurin øktist, sum tímarnir nærkast til dystin hjá A-landsliðnum móti Spania á Tórsvølli, so verður tað eisini styttri til U21-landsliðini hjá Føroyum og Kasakstan ganga inn á vøllin á Svangaskarði til fyrsta undankappingardystin til EM 2021.
Les eisini: Misjøvn úrtoka í byrjanardystum
Leikarar frá árgangunum 1996 og 1997 eru nú ov gamlir til U21, so tað eru nú leikarar frá 1998-árgaginum, ið veruliga skulu ganga á odda. Serliga er talan um Jákup B. Andreasen og Adrian Rúnasson Justinussen, sum eru profilar í KÍ og HB. Eisini verða Ari Olsen, Bjarni Petersen og Ólavur Niclassen allarhelst aftur fastir í verjuketuni: Petur Knudsen er eisini millum teir elstu og varð úttikin, men ein av teimum eyðsýndu álopskendu leikarunum í Betrideildini hevur trupulleikar við økslini og noyddist at melda avboð
Har eru eisini spennandi yngri nøvn við. 18-ára gamli Stefan Radosavljevic, hevur gjørt stóran mun fyri TB í ár og hevur nógvar dystir á yngri landsliðunum. 19-ára gamli Mads B. Mikkelsen hevur í ár spælt nakrar dystir fyri Vendsyssel í Superligaini og kann nú umboða Føroyar á fyrsta sinni. Steffan Løkin, ið hevur spælt nógvar landsdystir saman við Stefani, hevur skorað fýra mál og lagt upp til fýra fyri EB/Streym í Betrideildini í ár - 18-ára gamli áleyparin er leigaður úr NSÍ. Magnus Holm Jacobsen er sama árgang sum Stefan og og Steffan, men hevur eftirhondini nógvar royndir. Hvussu Eli Hentze og Hegga Samuelsen blanda kortini í dag verður spennandi at síggja.
(U21-hópurin til venjing á Tórsvølli fyrr í vikuni - Mynd: FSF)
Kasakstan er seedað ein bólk hægri enn Føroyar, ið vóru í niðasta lagið. Nú talan er um heimadyst móti eysturevropeiska liðnum, so burdu útlitini fyri at fáa stig verið góð. Hetta ásannaði Adrian Justinussen eisini í samrøðu við Portalin, men ársins leikari í fjør sló fast, at talan er um gott mótsstøðulið, ið hevur styrki í tí tekniska spælinum. Í verjustøðu burdu tó verið nakrir veikleikar, og tað eru Adrian og hinir til reiðar at revsa í umstillingum. Adrian metir, at talan er um eitt fjølbroytt føroyskt lið við nógvum dygdum. Veddingarfyritøkurnar hava Føroyar sum heilt lítlan favoritt.
U21-landsliðið hevur tvær ferðir fingið javnleik í fyrstu royndini, í báðum førum á heimavølli, men hevur bert einaferð skorað í byrjanardysti. Tað var á Svangaskarði fyri seks árum síðani í 2-2 javnleikinum móti Rumenia. Fyrsta bríksl á Svangaskarði í dag verður klokkan 17.00. Vit dagføra beinleiðis og hava myndir frá dystinum. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvaprinum og á heimasíðuni, har hann eisini er tøkur fyri útisetar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald