Fótbóltur

U21: Endaðu fyri triðju ferð við tvísiffraðum tali

Hesa undankappingina var liðið nær við at taka stigametið frá 2009-2010 (ellivu stig) Tað var aðru ferð á rað, at U21-landsliðið hjá Føroyum fekk 10 stig fyri tíggju dystir.

Fagnaður eftir føroyska málið á Tórsvølli í gjár. Hetta staðfesti aftur, at føroyskur fótbóltur kann (Mynd: Bjarni Enghamar)

Fagnaður eftir føroyska málið á Tórsvølli í gjár. Hetta staðfesti aftur, at føroyskur fótbóltur kann (Mynd: Bjarni Enghamar)

2024-10-16 15:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

17 ár og ein dag eftir, at eitt føroyskt U21-landsliðið á fyrsta sinni fekk ein sigur - og stig yvirhøvur - í einum undankappingardysti, vunnu Føroyar á Hvítarusslandi.

Eins og á Svangaskarði heystardagin í 2007, vunnu Føroyar 1-0. Hesaferð var Noah Mneney málskjútti - í 2007 var tað Magnus Hendriksson Olsen úr B71. Tá helt Gunnar Nielsen málið reint, hesaferð var tað Ari í Haraldsstovu Petersen.

Sí eisini: 
U21 endaði við góðum sigri
Myndir: Føroyar - Hvítarussland

Við sigrinum í gjár tryggjaði U21-landsliðið, at man í aðru undankappingini á rað fekk tíggju stig. Tá var Sámal Erik Hentze høvuðsvenjari - hesaferð var tað Eyðun Klakstein. Atli Gregersen hevur verið hjálparvenjari báðar undankappingarnar, og síðani Bagge tók við í 2020. 

Miðaltalið seinastu tríggjar undankappingarnar er beint undir tíggju, tí í 2020 fingu Føroyar níggju stig í seks dystum. Samanlagt hava seinastu árini harvið verið góð, hvat stigum viðvíkur á U21-landsliðnum.

[object Object]
Áki Samuelsen í javnleikinum móti Serbia í 2021. HB-spælarin hevur spælt nógvar dystir - og hevur verið við at fingið nógv stig - síðani á heysti 2020, tá hann gjørdist yngsti U21-spælarin nakrantíð fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm) 

Stigametið frá 2009-2010 stendur tó enn. Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen vóru venjarar, tá Føroyar vunnu á Lettlandi, Andorra - og Russlandi (Jóan Símun Edmundsson gjørdi sigursmálið). Javnleikir komu eisini til høldar móti Moldova og Andorra. Hetta gav 11 stig í tíggju dystum.

Nøkur eitt sindur lakari ár vóru, har talið av liðum í bólkunum fór niður. U21-landsliðið hevur tó gjøgnumgangandi og javnan hótt væl størri tjóðir í nógvum dystum - og eisini fingið nógv flott stig. Í 2017-2018 vóru millum annað tveir javnleikir móti Póllandi, og liðið við fleiri núverandi A-landsliðsspælarum fekk sjey stig undir Eli Hentze.

Í níggju undankappingum higartil hevur miðaltalið verið gott, tá man hugsar um støðuna hjá Føroyum í altjóða fótbólti. U21-landsliðið hevur givið fótbóltsáhugaðum og føroyingum sum heild nógvar góðar løtur - næsta ár fara Eyðun Klakstein og ein nærum heilt nýggjur bólkur av leikarum undir nýggjar avbjóðingar.

U21-undankappingar:
Til EM 2025: 10 stig
Til EM 2023: 10 stig
Til EM 2021: 9 stig
Til EM 2019: 7 stig
Til EM 2017: 1 stig
Til EM 2015: 4 stig *
Til EM 2013: 3 stig *
Til EM 2011: 11 stig
Til EM 2009: 4 stig

* Spældu bert átta dystir í hesum báðum undankappingunum - í hinum var talan um tíggju dystir

Miðaltal: 7,5 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder