Fótbóltur

U21: Her er liðið til fyrsta EM-undankappingardystin

Nakrir leikarar ganga aftur frá undanfarnu undankapping, meðan aðrir spennandi leikarar fáa møguleikan; m.a. tveir leikarar ið spæla í Danmark.

Føroyski U21-hópurin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

Føroyski U21-hópurin (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2019-06-06 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein lítlan tíma spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021. Dysturin verður leiktur á Svangaskarði á Toftum, og tað er Kasakstan, ið er á vitjan.

Les eisini: Byrjanin hjá nýggja landsliðnum

Eftir tríggjar veninjingar hesa vikuna er nú tíðin at senda ungu mennirnar í dyst, og Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava valt hesar frá byrjan: 

Føroyar (4-1-4-1): Silas Eyðsteinsson - Ari Olsen, Bjarni Petersen, Viktor Henriksen, Ólavur Niclasen - Magnus Holm Jakobsen, Adrian Justinussen, Janus Svabo Samuelsen, Jákup B. Andreasen, Pætur Petersen - Mads B. Mikkelsen.

Á bonkinum eru hesir: Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Pætur Hentze, Hugin Samuelsen, Lukas G. Giessing, Arnbjørn Svennsson, Stefan Radosavljevic, Gilli Samuelsen og Steffan Løkin.

Les eisini: Adrian: Vit hava sjálvandi vón um stig

Ókeypis atgongd er til dystin. Vit dagføra støðuna á forsíðu okkara og hava myndir frá dystinum. Kringvarpið vísir dystin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder