Klokkan 16 tekur føroyska U21-landsliðið móti stjørnunum úr Portugal. Oddaliðið í bólkinum hevur spælarar, sum longu spæla í nøkrum av fremstu evropeisku deildunum.
Føroyar hava fyri tað mesta spælarar, ið til dagliga spæla við Betrideildarfeløgum. Tveir eru í triðbestu donsku deildini (Heini og Martin), og Gullbrandur spælir í næstbestu norsku deildini.
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett liðið. Sum vant spæla Føroyar í 5-4-1 leikskipan. Áki Samuelsen og Poul Kallsberg eru millum teir, ið ikki eru tøkir. Elias Rusborg, Gullbrandur Øregaard og Noah Mneney eru aftur eftir leikbann.
Mynd: fsf.fo
Spælararnir eru komnir til Klaksvíkar (Mynd: Andrei Antal)
Televarpið vísir dystin. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
Sí eisini: U21: Stór og spennandi uppgáva í Klaksvík seinnapartin
Sí eisini: Eyðun Klakstein: - Eitt av teimum bestu ungdómsliðunum í Evropa
U21 EM-undankapping
Næstseinasta umfar - við Djúpumýru, fríggjadagin 11.10
16.00: Føroyar - Portugal
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson - Heini F. Sørensen, Aron Jarnsskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen
Høvuðsvenjari : Eyðun Klakstein
Støðan í bólkinum - tíggju umfør eru:
Talva: FaroeSoccer
Sí eisini: Emil Weihe Joensen: - Vit fara sjálvandi inn fyri at vinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald