Fótbóltur

U21: Hesir byrja móti Grikkalandi

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir fyrstu ellivu til dystin klokkan 14. Talan er um somu byrjanaruppstilling sum í síðstu dystunum.

Teir fyrstu ellivu í heimadystinum móti Kroatia - hesir eru byrjaðir inni í síðstu U21-landsdystunum í 5-4-1 leikskipan (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Teir fyrstu ellivu í heimadystinum móti Kroatia - hesir eru byrjaðir inni í síðstu U21-landsdystunum í 5-4-1 leikskipan (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

2023-11-16 12:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri níggju árum síðani syrgdi føroyska manslandsliðið fyri, at Føroyar enn einaferð kom á fótbóltsliga heimskortið, eftir ein góðan 1-0 sigur á útivølli móti Grikkalandi. Málskjúttin ta ferðina var Jóan Símun Edmundsson.

Og nú vit skriva 2023, og júst níggju ár og tveir dag eftir minniliga sigurin á Karaiskakis leikvøllinum í Piraeus, skal U21-landsliðið royna seg á útivølli móti grikkum. Hesaferð verður dysturin spældur á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli.

Sí eisini: 
Hava vunnið báðar útidystirnar higartil
Eyðun Klakstein: - Hetta verður ársins truplasta uppgáva á útivolli

Eyðun Klakstein er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, og saman við hjálparvenjaranum og einum av hetjunum fyri níggju árum síðani, Atla Gregersen, hevur hann nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti grikkum.

Ari Petersen verður í mál, og útispælarar vera Signar á Brúnni, Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Noah Hans Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

[object Object]
Hesir byrja aftur inni í dag hjá U21-landsliðnum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Á bonkinum sita Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Martin Agnarsson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Heini Fossdalsá Sørensen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner, Gutti Dahl-Olsen og Poul Kallsberg.

U21 EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14, sum er klokkan 16 lokala tíð í Grikkalandi, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder