Fótbóltur

U21: Kunnu taka triðja plássið og seta føroyskt met

Føroyska liðið er skert, Serbia er greiður favorittur á pappírinum, men tað endaði við 0-0 javnleiki í dystinum millum liðini í Serbia í fjør, og føroyingar jagstra met fyri stig og hægsta endapláss nakrantíð í Klaksvík í dag.

Føroysku leikararnir fyrireikaðu seg á Hoyvíksvøllinum í gjár (Mynd: FSF)

Føroysku leikararnir fyrireikaðu seg á Hoyvíksvøllinum í gjár (Mynd: FSF)

2022-06-07 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áttanda undankappingin hjá føroyska U21-landsliðnum kemur at enda í dag, tá tikið veðrur móti Serbia í Klaksvík. Føroyar fingið fleiri stór úrslit á hesum støðinum, og í hesari undankappingini eru níggju stig komin til høldar higartil: Heimasigur móti Armenia, flottur útisigur í Norðurmakedónia, javnleikur í Klaksvík móti sama liði, flottur javnleikur í Serbia og ótrúligi javnleikurin móti Camavinga og hinum fraklendingunum á Ovara Vølli í fjør.

Harvið er framvegis møguleiki fyri at taka metið hjá U21, ið varð sett longu í undankapping nummar tvey. Tað var 2009 og 2010, at liðið hjá Bill McLeod Jacobsen og Heðini Askham vann sær ellivu stig. Kendasta úrslitið hjá liðnum, ið fyri tað mesta hevði leikarar føddir í 1988-1990, var 1-0 sigurin á heimavølli móti Russlandi, har tá blaðungi Jóan Símun Edmundsson (f.1991) skoraði málið.

[object Object]
Spurningurin er, um hetta er seinasti dysturin hjá Sámal Erik Hentze sum oddamanni fyri U21-landsliðnum (Mynd: FSF)

[object Object]Andrass Johansen skoraði fyri Føroyar í higartil einasta U21-landsdystinum, sum hevur verið í Føroyum. Tað var í oktober í fjør, og tað endaði við 1-1 javnleiki móti Norðurmakedonia. Andrass verður ein lyklaleikari, um hann er førur fyri at spæla í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Ellivu stig rukku tá til eitt fimta plásss av seks møguligum - Lettland og Moldova høvdu ávíkavist tvey og trý stig fleiri. Um tað eydnast hjá Sámali Erik Hentze og liði hansara at basa Serbia í sólini við Djúpumýru í dag, so yvirhála Føroyar júst Serbia og tryggja sær harvið so at siga triðja plássið í bólkinum við seks liðum. Norðurmakedónia hevur eisini níggju stig men skal vinna á útivølli móti Ukraina fyri at hava møguleika fyri at fáa triðja plássið.

Sí støðuna í bólki H her

Sambært veddingarfyritøkum, og um tað til dømis eisini verður hugt eftir, hvar ymisku leikararnir spæla, so er Serbia favorittur. Men flotta úrslitið í útidystinum í november gevur føroyska hópinum góðar vónir um stig aftur hesuferð - ein vansi er tó, at nógvir leikarar mangla.

Liðformaðurin Stefan Radosavljevic, hevði tikið metið fyri flest dystir á U21-landsliðnum (19) einsamallur, um hann ikki var leikbannaður. Sum in.fo vísti á í síðstu viku, so var tvørmaðurin við serbiskum foreldrum heldur ikki tøkur, seinast liðini hittust. Stefan er metmálskjútti í føroyskum U21-høpi við fimm málum

Um hugt verður eftir miðverjuni, so mangla fleiri, vegna skaða: Andrias Edmundsson, Børge Petersen og Áki Johannesen, og bakkurin Hanus Sørensen er heldur ikki tøkur.

Í álopspartinum mangla Jonn Johannessen og Stefan Ábrahamsson Løkin, ið báðir hava skorað í hesari undankappingini - teir eru skaddir. 

Fyrsta bríksl verður klokkan 16.15. Televarpið vísur dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Portalurin er til staðar við ymiskum tilfari.


Keldur: Farosoccer, in.fo og bolt.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder