Tað endaði 4-0 til Grikkaland ímóti Føroyum við Djúpumýru í kvøld. Eitt úrslit, sum teir á U21 landsliðnum hjá Føroyum, als ikki sóu koma. Undan dystinum vóru einans jaligar vónir og bjartskygni at hóma, men hetta vendist alt til vónbrot í Klaksvík í kvøld.
- Hetta er vánaligasta avrikið sum hevur verið í hesi undankappingini. Tað eru nógv ting, sum vit vanliga eru góðir til, sum ganga heilt galið í dag, sigur Eyðun Klakstein við Portalin eftir dystin í kvøld.
Eitt ljótt og uppiborið tap
Sambært venjaranum, so botnar alt í, at U21 landsliðið ikki gjørdi tað gott nokk í kvøld. Eyðun Klakstein iðrar seg um tapið, tí hann helt veruliga at hópurin kundi fáa gott tak á grikkum.
- Tað var okey, tá teir skora til 1-0, men tá teir skora til 2-0, so tykjast vit at missa mótið eitt sindur.
Áðrenn dystin í dag skrivaðu vit í upptaktini um manglandi leikarar. Fleiri lyklaleikarar vóru ikki tøkir, eitt nú vegna skaðar og leikbann. Hetta er tó ikki nakað, sum U21 landsliðsvenjarin ynskir at nýta sum umbering.
Hann hevur ilt at meta um hvønn týdning tað hevur fyri leikligu gongdina, men ásannar samstundis, at manglar tú góðar spælarar, so er tað sjálvandi ein missur.
- Vit hava eisini tikið fleiri nýggjar, ungar og sera góðar spælarar inn, og eg helt veruliga, at kundu skapað eitt gott úrslit við teimum spælarunum sum vit høvdu. Vit høvdu millum annað eina nýggja verjusamanseting. Hendan avbjóðing var ikki til staðar, vóru spælararnir sum vit mangla í dag tøkir, men eg kasti ikki skuldina á manglandi spælarar í kvøld, sigur ein sannførdur Eyðun Klakstein.
- Eitt reality-check fyri ungu menninar
Venjarin heldur, at saman við honum, so missa hansara menn ongantíð móti, men heldur halda teir áfram, hóast ágangin frá grikkum.
- Spælararnir blíva við at stríðast og stríðast, hóast mótgongd. Teir hildu veruliga áfram at stríðast.
Eyðun Klakstein leggur afturat, at um tú sum U21 landsliðsleikari ikki kemur inn við røttum hugburði, at samansetingin ikki er í lagi og tingini ikki rigga, so er liðið altíð í vanda fyri at tapa 4-0 á einum liði sum Grikkalandi.
- Hetta er í so máta eitt reality-check fyri ungu menninar her. Hetta, at er spælið ikki betri enn hetta her, so er úrslitið hareftir, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá føroyska U21 landsliðnum at enda.
EM undankapping U21 dreingir, bólkur G
Týsdagin 10.09 kl. 17:30
Føroyar - Grikkaland 0-4
Les eisini:
Hálvleikur hjá U21: Mótbrekkan brøtt
Liðugt hjá U21: Grikkaland vann 4-0 á Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald