Tað endaði við 3-0 tapi, tá føroyska U21-landsliðið í kvøld spældi sín annan dyst í EM-undankappingini.
Føroyar vóru greitt undirtippaðar, og dysturin varð avgjørdur í 1. hálvleiki. Nikola Krstovic úr Reyðu Stjørnu legði heimaliðið á odda eftir 20 minuttir, og tíggju minuttir seinni gjørdist hann tvífaldur málskjútti. 2-0 málið kom úr ellivu metrum, eftir at Ari Olsen hevði gjørt brotsspark. Beint fyri hálvleik gjørdi málverjin Rói Zachariassen brotsspark, og hesaferð var tað Vukotic, ið skoraði
Føroyar høvdu bóltin eins nógv og Montenegro í dystinum men høvdu bert tvær skotroyndir; harav eina uppá mál. Tað kom einki mál í 2. hálvleiki og harvið endaði tað 3-0 og ein heldur skuffandi byrjan uppá undankappingina hjá Føroyum, ið taptu á heimavølli fyri Kasakstan í juni - eins og Montengro gjørdi
U21 EM-undankapping - bólkur 6
06.09, Niksic City Stadium
Montenegro - Føroyar 3-0 (3-0)
Føroyska liðið (4-1-4-1/4-3-3): Rói Zachariassen - Ari Olsen, Bjarni Petersen (L), Ólavur Niclassen, Daniel Johansen - Petur Knudsen (69' Hannes Agnarsson), Janus Svabo Samuelsen (58' Hugin Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen (, Jákup Biskopstø Andreasen, Lukas Greena Giessing (58' Pætur Petersen) - Stefan Radosavljevic (81'Bjarki C. Nielsen)
Venjarar: Eli Hentze og Hegga Samuelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald