Fótbóltur

U21: Sveis noyddist at stríðast til tað seinasta á Tórsvølli

Útiliðið vann lykladystin 3-1, men Føroyar fingu aftur víst, at man ætlar og kann nakað í undankappingini. Jóhan Josephsen javnaði í 77.minutti, men føroyingar megnaðu ikki at halda fast.

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2025-10-15 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at føroyingar vórðu flongdir móti fraklendingum í Klaksvík fríggjadagin, vóru aðrir lútir neyðugur móti Sveis í gjárkvøldið.

Talan gjørdist eisini um eina heilt aðra dystarmynd. Sveis er sjálvandi ikki eins sterkt sum Frakland, men føroyingar fingu eisini víst seg við framfýsni og við dirvi, samstundis sum verjuskipanin í stóran mun var góð. Ting sum hava eyðkent hetta U21-landsliðið fyrr í ár.  

Tí er tað at iðra seg um, at Sveis skoraði til 0-1 eftir deyðbóltsstøðu, sum endaði við langskot. Og uppaftur meira at Sveis legði seg á odda aftur minuttin eftir útjavnandi føroyska málið seint í dystinum; at gestirnir so skoraði til 1-3 uppá ein returbólt eftir brotssparksbjarging hjá Hans Jákui Arngrímsson.

[object Object]Hans Jákup Arngrímsson helt eina løtu Føroyum inni í dystinum við góðum bjargingum - gøtumaðurin bjargaði esini einum brotssparki

[object Object]Føroyar hava javnað. Eitt stig móti Sveis kundi gjørt stóran mun (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Hetta var bjarging nummar tvey av hesum slagnum hjá Víkinga-málverjanum í undankappingini. Tíverri "taldi hon ikki", og annað málið hjá Jóhan Josephsen í EM-undankappingini leiddi ikki til stig. Innskifti B68-áleyparin javnaði annars við stútara eftir 77. minutti.

Úrslitið 1-3 ger, at Sveis nú nærkast Føroyum, sum hevur spælt fleiri dystir enn favorittarnir í kappingini - sveisar og fraklendingar eru favorittar at fara víðari í bóllinum. Føroyingar vóru tó aftur væl við. Í 1. hálvleiki hevði Virgar Jónsson ein stóran møguleika, okkara høvdu bóltin næstan eins nógv og Sveis; munurin var ikki so stórur, men Sveis var skarpari.

Hæddarpunkt frá dystinum síggjast her

[object Object]
Sí meira um dystin her

Føroyska liðið frá byrjan:

[object Object]

Støðan í EM-undanbólkinum
1. Føroyar 9 stig (5 dystir)
2. Sveis 7 stig (3 dystir)
3. Frakland 6 stig (2 dystir)
4. Ísland 5 stig (4 dystir)
5. Estland 2 stig (5 dystir)
6. Luksemborg 1 stig (3 dystir)

Hoyr eisini: U21-landsliðsvenjarin og liðskiparin: Vit-spæla ein góðan dyst - men Sveis var neyvari

Føroyar spæla aftur 17. november - í Frakalandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder