Fótbóltur

U21: Ungarn avgjørdi alt i 2. hálvleiki - fleiri spældu sín fyrsta dyst

Eitt føroyskt lið við nógvum broytingum stóð ímóti í longri løtum og skapti eisini onkrar stórar møguleikar. Men teir á heimaliðnum vóru omaná í venjingardystinum og vunnu 3-0.

Ingi Arngrímsson (t.v.) var ein av bert trimum hjá Føroyum, sum spældi 90 minuttir. Beiggin, Hans Jákup, spældi í 60 minuttir, áðrenn Rasmus Olsen kom inn í málið (Savnsmynd)

Ingi Arngrímsson (t.v.) var ein av bert trimum hjá Føroyum, sum spældi 90 minuttir. Beiggin, Hans Jákup, spældi í 60 minuttir, áðrenn Rasmus Olsen kom inn í málið (Savnsmynd)

2025-11-13 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin spældi føroyska U21-landsliðið sín fyrsta venjingardyst higartil, síðani farið var undir regluligt virksemi í 2007. Hetta var á Új Hidegkuti Nándor Stadion í Budapest.

Í mun til undankappingardystirnar, so hevði Ólavur Mikkelsen skift meira út undan dystinum, og av tí at tað var ein venjingardystur, so komu níggju útskiftingar undir dystinum.

Áki Samuelsen er nakað eymur í knænum og spældi ikki í dag. Aðrir fastir og týðandi menn sum Ejvind Restorff Mouritsen, Mattias Hellisdal, Heini Fossdalsá Sørensen og Jákup Norðoy Vilhelmsen- tveir teir síðstnevndu vóru liðformenn í hvør sínum hálvleiki - spældu bert ein hálvleik. 

Jónas Prior, Djóni Samuelsen, Thomas Bjørn Miezan, Rasmus Olsen Marjus Nón og Markus Isaksen spældu á fyrsta sinni á U21-landsliðnum.

Føroyar (5-4-1): Hans Jákup Arngrímsson - Hanus Højgaard, Jónas Prior *, Ingi Arngrímsson, Jákup Norðoy Vilhelmsen (L) *, Virgar Jónsson - Dávid Biskopstø Andreasen *, Jógvan Kárason Gullfoss, Árni Nóa Atlason * og Djóni Samuelsen - Thomas Bjørn Miezan *

Spældu fyrra hálvleik

Eftir steðgin komu hesir inn: Bjarti Thorleifsson, Ejvind Restorff Mouritsen, Aron Reinert Hansen, Mattias Hellisdal og Heini Fossdalsá Sørensen (L) inn

Eftir ein tíma komu hesir inn: Rasmus Olsen (MV), Marjus Nón og Markus Isaksen inn

Bert Ingi Arngrímsson, tann mittasti miðverjin, Jógvan Kárason Gullfoss, og Djóni Samuelsen, debutantur, spældu 90 minuttir fyri Føroyar

U21 venjingardystur, 13. november 
Új Hidegkuti Nándor Stadion, Budapest
Ungarn - Føroyar 3-0 (0-0)

Tað var málleyst í 1. hálvleiki. Føroyingar stóðu væl ímóti í sínari 5-4-1 við fleiri, sum vístu seg væl fram. Heimaliðið hevði bóltin nógv men kom ikki til serliga nógv. Eitt skot var á málið hjá Hans Jákupi Arngrímsson, og tað var minni vandamikið enn tað, sum Føroyar høvdu. Eftir gjøgnumbrot í høgru, stutt eftir ein deyðbólt, kastaði Thomas Bjørn Miezan seg fram, men ungarski málverjin forðaði áleyparanum at skora í sínum byrjanardysti.

Ungarn skoraði í hetta málið stutt eftir steðgin eftir stútara og heldur tilvildarliga støðu. Mongu broytingarnar hjá føroyska liðnum skuldu seta seg, og Ungarn fekk tvey mál afturat - eitt var eitt heldur keðiligt langskot. Føroyar fingu tó eisini onkrar støður, og um miðjan 2. hálvleik fór Heini Fossdalsá Sørensen avstað, fann fría Markusi Isaksen, men áleyparin hjá Skála rakti bóltin ov illa.

Tað endaði 3-0 til Ungarn. Føroyar spæla sín seinasta dyst í ár mánadagin, 17. november, tá Frakland tekur ímóti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder