Fótbóltur

UEFA-forsetin: Soleiðis eigur endaspælið ikki at verða skipað aftur

EM-endaspælið í fótbólti hevur verið spælt í 11 ymiskum londum, og tað er órættvíst at summi lið hava verið noydd at ferðast longri enn onnur, heldur Aleksander Ceferin.

Aleksander Ceferin, forseti í UEFA heldur tað vera órættvíst, at summi lið skuldu ferðast longri enn onnur (Savnsmynd)

Aleksander Ceferin, forseti í UEFA heldur tað vera órættvíst, at summi lið skuldu ferðast longri enn onnur (Savnsmynd)

2021-07-10 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

EM-endaspælið í fótbólti í ár varð spælt í 11 evropeiskum londum, og sambært Aleksander Ceferin, forseti í evropeiska fótbóltssambandinum (UEFA), eigur mann ikki at skipa EM-endaspælið á hendan hátt í framtíðini.

Tað er órættvíst at fjepparar og lið úr summum londum skulu ferðast longri enn onnur, sigur hann sambært Ritzau.

Hálvfinalurnar vórðu spældar á Wembley í eingliska høvuðsstaðnum London, har finalan eisini verður spæld í annaðkvøld. Annars hevur endaspælið verið spælt í eitt nú Keypmannahavn og Baku.

Liðið hjá Wales skuldi eitt nú flúgva tvær ferðir til Baku, eina ferð til Rom, og eina ferð til Amsterdam. Hetta gjørdi tað ringt hjá fjepparum at stuðla liðnum bæði orsakað av ferðaseðlaprísum og koronutiltøkum. Hinvegin fer Ongland at spæla seks av sjey dystum á Wembley.

Næsta EM-endaspælið í fótbólti verður í Týsklandi í 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder