Dreingir 14 hjá H71 spæla vinardystir í Berlin í vikuni, nú teir kortini eru til EM-endaspælið hjá monnunum.
Skipað er nevniliga fyri trimum vinardystum móti týskum liðum í sama árgangi meðan EM í manshondbólti fer fram í Berlin, skrivar H71.
Í sambandi við at føroyska A- landsliðið hjá monnum á fyrsta sinni luttekur í EM endaspæli í hondbólti í Berlin í Januar 2024, fara hópin av føroyskum fjepparum avstað at stuðla hondbólthetjunum, sum vónandi fáa nøkur góð úrslit.
Í fjepparskarðanum teljast teir flestu dreingir 14 leikararnir hjá H71, og eftirsum nóg nógvir dreingir eru til at manna lið, og nóg mikið av tíð er millum dystirnar hjá landsliðnum upprann hugskotið, um tað mundi bera til at skipa fyri nøkrum vinardystum móti týskum liðum.
Foreldur tóku samband við HV Berlin (Handball Verband Berlin) og greiddu frá hugskotinum. HV Berlin lá ikki leingi á boðunum og svaraði longu dagin eftir at umbønin var send, at tey vóru áhugaði at skipa fyri vinardystum móti H71.
Samband var tikið til trý feløg, sum liggja ovast á stigatalvuni í sínum aldurbólki, og takkaðu tey ja. Soleiðis er tað komið í lag, at D14 skulu spæla tríggjar dystir ímóti javnaldrandi á sama støði, Fríggjadagin 12. januar, leygardagin 13. januar og sunnudagin 14. januar móti ávíkavist Füchse Berlin, Pfeffersport og SG OSF Berlin.
Djóni Gaard Joensen er venjari.
Vónandi fáa dreingirnir nakrar góðar upplivingar og knýta vinarbond.
Dystaryvirlit:
Fríggjadagin 12. januar:
Kl.15.30: Füchse Berlin - H71
Høll: Füche Town, Lilli-Henoch-Halle
Leygardagin 13.januar:
Kl.13.00: Pfeffersport - H71
Høll: Sporthalle OSZ
Sunnudagin 14. januar:
Kl.15.00: SG OSF Berlin - H71
Høll: Louis Zobel Sporthalle
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald