Fótbóltur

Ungu føroyingarnir gera seg til reiðar at taka ímóti fraklendingunum

Føroyar hava fult stigatal - níggju stig av níggju møguligum - undan dystinum í Klaksvík fríggjadagin. Tað verður aðru ferð, at U21-liðið hjá Fraklandi spælir í Føroyum.

U21-landsliðsliðformaðurin Áki Samuelsen til venjingina í gjár. Vongurin var eisini við í 2021, tá Føroyar púra óvæntað vunnu sær stig á heimavølli móti Fraklandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

U21-landsliðsliðformaðurin Áki Samuelsen til venjingina í gjár. Vongurin var eisini við í 2021, tá Føroyar púra óvæntað vunnu sær stig á heimavølli móti Fraklandi (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-10-08 08:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið ger seg nú til reiðar til sín fjórða dyst í EM-undankappingini og til at taka ímóti Fraklandi fyri aðru ferð í U21-søguni.

Higartil hevur tað gingið framúr væl undir Ólavi Mikkelsen: Tríggir dystir í undankappingini í ár, tríggir sigrar og oddalið í løtuni .

Føroyar hava eisini góð hagtøl móti Fraklandi í U21-høpi á heimavølli: Ein dyst og ein javnleik móti fótbóltsrisanum.

Í 2021 var Eduardo Camavinga, sum Real Madrid júst hevði keypt, stóra stjórnan. Steffan Løkin og ein nærum ótrúligur stríðs- og verjuinnsatsur syrgdu tó fyri, at tað endaði 1-1 í reginum í Gundadali.

Nú eitur størsta stjørnan helst Leny Yoro (Manchester United). Aðrir Premier league-spælarar, umframt ein Champions League-vinnari, verða við í franska ferðalagnum.

Sí eisini: Franskar stjørnur vitja í Klaksvík fríggjakvøldið 

Hesaferð hittast liðini í Klaksvík. Dysturin byrjar klokkan 17. FM1 fer at siga frá honum.

Atgongumerki kunnu keypast her

Niðanfyri síggjast myndir, sum Hans Erik Danielsen tók til venjingina hjá U21-landsliðnum á Tórsvølli í gjár:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder