Liverpool - Manchester United 7-0. Eitt úrslit sum hevur sent ein skelk gjøgnum fótbóltsheimin, og sum hevur fingið milliónir av Liverpool-fjeppararum at stórfegnast og eisini arga fjepparar hjá arvafíggindanum á sosialu miðlunum.
Í fyrra hálvleiki var talan um ein rímiliga javnan dyst, har Liverpool hevði bóltin meira, men har útiliðið hevði nakrar heilt góðar málmøguleikar. Stutt fyri steðgin fekk Cody Gakpo hol á, og áðrenn fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var 3-0.
Tað skrædnaði av álvara hjá United seinna helming av seinna hálvleiki frá 65. minutti og tjúgu minuttir fram, tá teir vælspælandi og kynisku í reyðum skoraði fýra ferðir. Úrslitið gjørdist meira óveruligt fyri hvørt mál, men talan var um eitt sera sterkt avrik hjá Liverpool og hinvegin eitt vánaligt hjá Manchester United.
Eitt ótrúligt úrslit í Liverpool í dag
Eyðmýktir spælarar hjá Manchester United á veg av vøllinum
Á tíðindafundinum eftir dystin kallaði Erik ten Hag avrikið "óprofessionelt" og ikki "Manchester United verðugt". Fótbóltur er eitt løgið spæl: Í Betrideildini sóu vit í dag ein uppflytara undir uppbygging tapa 7-1 á útivølli móti tvífaldu føroyameistarunum, ið seinastu árini hava sett fleiri mál. Men hetta var Manchester United, sum í teimum tjúgu dystunum eftir HM-endaspælið og fram til hendan dystin hevði vunnið 16; millum eina steypafinalu og á Manchester City, Barcelona. Liverpool hevur hinvegin verið skýrt at verið í kreppu, og í síðsta heimadysti sínum lat liðið hjá Klopp fimm mál inn.
Nú hevur Liverpool tó spælt fimm Premier League-dyst á rað uttan at lata mál inn og hevur lyft seg upp á 5. pláss. Salah, Gakpo og Nunez skoraðu allir tvey mál í dag, og um hóast tað sær ógvuliga trupult út í mun til at koma víðari í Champions League, so liggur Liverpool nú væl fyri til at koma í Champions League aftur næsta ár.
Hjá Manchester United var talan um størsta tap í næstan 92 ár - síðani 1931. Tá tapti liðið 7-0 móti Wolves á Boxing Day. Tað eydnaðist at vinna á Liverpool á Old Trafford í august, og hetta setti gongd í kappingarárið hjá United, men í seinastu fimm dystunum móti Liverpool hevur liðið nú latið samanlagt 21 mál inn: Yvir fýra í miðal fyri hvønn dyst.
Ten Hag og hansara menn skulu reisa seg í Europa League hósdagin, og næstu mánaðirnar syrgja fyri at liðið ikki missur takið á Champions League-plássi.
Stríðið um Champions League pláss
3. Manchester United 49 stig (25 dystir)
4. Tottenham 45 stig (26 dystir)
5. Liverpool 42 stig (25 dystir)
6. Newcastle 41 stig (25 dystir)
Liðini á 3. og 4. plássi fáa Champions League pláss. Arsenal tryggjaði sær sigurin móti Bournemouth í 97. minutti í gjár og hevur harvið framvegis fimm stig niður til Manchester City í stríðnum um gullið. Hesi liðini hava ávíkavist 63 og 58 stig
Støðan í Premier League
Hondbóltur
United fyri risa eyðmýking á Anfield
Hetta var størsta tapið hjá felagnum í yvir 90 ár, og avrikið var sambært venjaranum óprofessionelt. Álopsspælararnir hjá Liverpool vóru í hopla, og nú er av álvara kríggj í topp-fýra stríðnum.
Mohammed Salah hevur júst gjørt, so at tað kom upp á tennisúrslit á Anfield. Tað gjørdist uppaftur verri fyri Manchester United
2023-03-05 23:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald