
HB vísti ótryggleika í verjupartinum í byrjanardystinum í Betrideildini fríggjakvøldið, har tað annars eydnaðist at vinna 3-2 á B68.
Nú stendur ein nýggjur verjuspælari í Gundadai. Talan er um 26-ára gamla niðurlendingin Lassana Faye, sum HB hevur kunngjørt í morgun.
Hann hevur spælt í næstbestu deildini í heimlandinum og rímiliga fitt í fremstu deildini í Niðurlondum, Eredivisie. Samanlagt er talan um 55 dystir - hetta fyri Vitesse Arnhem, Sparta Rotterdam og seinast ADO Den Hag í 2020/2021.
Síðani rakti hann skaðar, og Faye hevur seinastu tvey árini spæt í lægri deild í Niðurlondum, síðani eitt sindur í bestu deildini í Lettlandi og í fjør í fremstu røð í Irak.
(Mynd: HB/RS Media)
Nú skal vinstrabeinti spælarin royna seg í Betrideildini. Hann kann sum skilst røkja plássið sum vinstri vongverji og vinstri miðverji.
Faye er 26-ára gamal og hevur gjørt eitt ára sáttmála við HB.
Flytingarvindeygað í Føroyum letur aftur fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald