Hetta vikuskiftið eru steypafinalurnar í flogbólti á skránni í Høllini á Hálsi í Havn. Leygardagin vóru fýra barna- og ungdómsfinalur á skránni, umframt steypafinalurnar í meistaradeildini hjá monnum og kvinnum.
Hjá monnum var tað ÍF, sum gjørdust steypavinnarar, og hjá kvinnum var tað SÍ sum gjørdust steypavinnarar.
Hjá teimum ungu gjørdust úrslitini hesi:
G12: Mjølnir – Dráttur, 2 – 1 (25-16, 21 – 25 og 15-6)
Fyrsta finalan gjørdist ein spennand 3-settari millum G 12 hjá Mjølni og Drátti, sum endaði við at Mjølnir vann 2-1.
Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.
Fremst frá vinstru: Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.
Bestu leikararnir vóru Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Mjølnir, og Elisabet Nattestad, Dráttur.
Elisabet Norðoy Vilhelmsen og Elisabet Nattestad (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
G14 b: Mjølnir – B 71, 2 – 0 (25-18 og 25 - 19)
B 71 var í síni fyrstu steypafinalu í flogbólti, men hóast tær vóru á odda eitt skifti í 2. setti, so megnaðu tær ikki at vinna sett í gjár, men taptu 2-0 móti Mjølni.
Aftast frá vinstru: Berit Norðoy Vilhelmsen, venjari, Rebekka Eysturskarð, Karla Sjóstein, Osla Johannesen, Maria Teresa Vitalis, Ranja Joensen, Jensa Mortansdóttir Samson, Lena í Buð, venjari.
Fremst frá vinstru: Lisa T. Venned, Eva Kallsberg Jacobsen, Nomi Idarsdóttir Beck, Margreta Elisdóttir í Buð, Elisabet Norðoy Vilhelmsen, Bjarta Joensen.
Bestu leikararnir vóru Maria Teresa Vitalis, Mjølnir, og Elsi Blástein, B 71.
Maria Teresa Vitalis og Elsi Blástein (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
D 15: SÍ – Ternan, 2 – 0 (25 – 15 og 25 – 17)
Dreingjaflogbólturin hevur rættuliga rest røtur hjá Ternuni á Toftum og í gjár vóru teir í steypafinaluni ímóti SÍ. Men hóast at framgongdin hevur verið stór, so megna teir tó ikki enn at vinna á sigursvanda SÍ.
Aftast frá vinstru: Silas Poulsen, Elias Petersen, Tóki í Haraldstovu, Róar í Haraldstovu, Einar Torgrímsson, Jón Weihe Simonsen, venjari.
Fremst frá vinstru: Andres Nolsøe Metivier, Lukas Poulsen, Karl Volles, Rógvi Reynstind.
Bestur leikarar vóru Silas Poulsen, SÍ, og Hanus Højgaard, Ternan.
Silas Poulsen og Hanus Højgaard (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
G 19: SÍ – Fleyr, 2 – 0 (25 – 20 og 25 – 23)
Hóast Fleyr var á odda móti endanum á 2. setti, so vístu sørvágsgentur enn einferð, at royndirnar hava fest røtur hjá teimum, tí stillisliga vunnu tær seg fram um og vunnu 2. settið 25-23 og harvið dystin 2-0. Ein væl leiktur dystur, sum tað mesta av tíðini eisini var spennandi.
Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Tanja Falkvard, Anja Sólja Niclasen, Bára Jansdóttir, Sofía Weihe Simonsen, Eva Gunn Niclasen, Tóta Búadóttir, Malan Maria í Haraldstovu Weihe.
Fremst frá vinstru: Sólfríð Højgaard Poulsen, Janna Falkvard, Rannveig Rós Joensen, Josefina Katrina Eliasdóttir, Hallgerð Tonysdóttir Haraldsen, Inga Helena Henriksen.
Bestu leikarar vóru Inga Helena Henriksen, SÍ, og Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ternan.
Inga Helena Henriksen og Hanna Iansdóttir Biskopstø (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald