placeholder
Annað

Uruguay setti vertirnar uppá pláss

Greiður sigur til suðuramerikanska liðið í bólkafinaluni, og Saudi Arabia endaði við einum sigri.

Uruguay sær út sum ein sterk eind. Einki mál inn í trimum dystum vitnar um eitt sera vælskipað og vælfungerandi lið, sjálvt um spælið við bóltinum ikki altíð er so bergtakandi.
(Mynd: EPA)

Uruguay sær út sum ein sterk eind. Einki mál inn í trimum dystum vitnar um eitt sera vælskipað og vælfungerandi lið, sjálvt um spælið við bóltinum ikki altíð er so bergtakandi. (Mynd: EPA)

2018-06-25 17:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja umfar í bólkaspælinum er farið í gongd. Russland megnaði ikki at byggja víðari uppá góðu byrjanina, og mátti lúta fyri einum sterkum liðið frá Uruguay. 

Dysturin í Samara byrjaði sera opið. Í 10.minutti fekk Uruguay fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Tað tók Luis Suarez sær av, og Barcelona-áleyparin smekkaði bóltin niður í longra málhornið. Russland svaraði skjótt aftur, og hevði ein stóran møguleika og onkrar góðar støður í samband við deyðbóltar.

Men tað var Uruguay, ið skoraði uppá enn ein deyðbólt. Eitt hornaspark kom útfrá, vinstri bakkurin Diego Laxalt smekkaði til, bólturin rakti Denis Cheryshev, og snýtti fullkomiliga Igor Akinfeev. Cheryshev hevur skoraði trý mál fyri Russland í HM, men nú varð hann skrásettur fyri sjálvmál.

Uruguay sat nú á tí, og vardi sera væl. Umstøðurnar hjá Russlandi gjørdist uppaftur truplari tíggju minuttir fyri hálvleik, tá høgri bakkurin Igor Smolnikov fekk sítt seinna gula kort. Hann hevði smáar tíggju minuttir framanundan fingið fyrra gula kortið.

Tað var 2-0 í hálvleikinum, og við einum manni í yvirtali kundi væntast, at Uruguay at álvara fór at blása Russland um koll. Men tað mangalði neyvleikin í avgerandi støðunum tætt við russiska málið, til at gera sigurin væl størri. Tó fekk Uruguay økt, tá yvirtíðin byrjaði. Enn einaferð eitt hornaspark, og Diego Godin kom sera væl upp til bóltrin. Akinfeev bjargaði harað stútaranum, men so var Cavani til reiðar á returbóltinum, og skumpaði bóltin í málið. Forloysing fyri Cavani at fáa sítt fyrsta mál í endaspælinum. 

Dysturin í Samara byrjaði sera opið. Í 10.minutti fekk Uruguay fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Tað tók Luis Suarez sær av, og Barcelona-áleyparin smekkaði bóltin niður í longra málhornið. Russland svaraði skjótt aftur, og hevði ein stóran møguleika og onkra góða støðu í samband við deyðbóltar.

Men tað var Uruguay, ið skoraði uppá enn ein deyðbólt. Eitt hornaspark kom útfrá, vinstri bakkurin Diego Laxalt smekkaði til, bólturin rakti Denis Cheryshev, og snýtti fullkomiliga Igor Akinfeev. Cheryshev hevur skoraði trý mál fyri Russland í HM, men nú varð hann skrá´settur fyri sjálvmál.

Uruguay sat nú á tí, og vardi sera væl. Umstøðurnar hjá Russlandi gjørdist uppaftur truplari tíggju minuttir fyri hálvleik, tá høgri bakkurin Igor Smolnikov fekk sítt seinna gula kort. Hann hevði smáar tíggju minuttir framanundan fingið fyrra gula kortið.

Tað var 2-0, og við einum manni í yvirtali kundi væntast, at Uruguay at álvara fór at blása Russland um koll. Men tað mangalåi neyvleikin í avgerandi støðunum tætt við russiska málið, til at gera sigurin væl størri. Tó fekk Uruguay økt tá yvirtíðin byrjaði. Enn einaferð eitt hornaspark, og Diego Godin kom sera væl upp til bóltrin. Akinfeev bjargaði, men so var Cavani til reiðar, og skumpaði bóltin í málið. Forloysing fyri Cavani at fáa sítt fyrsta mál í endaspælinum,  og Uruguay hevur skoraði øll síni fimm mál í endaspælinum uppá deyðbóltar.

Uruguay skrúðaði kanska ikki leikferðina nóg høgt upp til at útnytta yvirtalið. Hetta kann eisini hava nakað við nógva hitan at gera. Hetta bilti einki, tí Uruguay hevði sum so onga orsøk at leggja ov nógv fyri. Liðið hjá Oscar Tabarez koyrdi sigurin og fyrsta plássið í bólkinum trygt heim.

Russland kom eisini við einum góðum avriki í 2.hálvleiki, og slapp undan at verða eyðmýkt. Men tað er eingin ivi um, at russarar komu niður aftur á jørðina. Uruguay var sannførandi, og fer at gera tað sera trupult fyri Portugal ella Spania í áttandapartsfinaluni, meðan tað aftur eru spurnartekin um russiska liðið, tá teir skulu møta sterkari mótstøðu.





Hin dysturin var í Volgograd. Hann hevði ongan týdning, undnatikið at æran hjá Egyptalandi og Saudi Arabia var uppá spæl. Tað var Egyptaland, ið legði seg á odda miðskeiðis í hálvleikinum. Mohammed Salah varð sendur avstað í dýbdina, og hann lyfti bóltin uppum málverjan, ið var komin útum. Sum so ofta sæð fyrr í Liverpool í ár og tvey mál í tveimum HM-dystum hjá Salah.

Saudi Arabia hevði bóltin meira, og var omaná í dystinum. Men í yvirtíðini í fyrra hálvleiki varð brotsspark dømt ímóti egyptum. Hetta sá tunt út, og var eisini gjøgnumsæð við VAR. Hetta tók einar tríggar minuttir, men tað varð so váttað av dómaranum, at straffi skuldi skjótast. Tað tók Salman Al Faraj, og hann skoraði trygt. Nakrar minuttir framundan hevði Saudi Arabia eisini havt brotsspark. Tá  bjargaði 45-ára gamli Essam El Hadary skotinum frá  Fahad Al Muwallad. So nógv hendi beint áðrenn hálvleik, har tað stóð 1-1.

Seinni hálvleikur var ikki hendingaríkur. Dysturin var linligur, og merktur av at liðini ikkki høvdu nakað at spæla um. Saudi Arabia søkti meira at, og í 94.minutti eydnaðist tað hjá arabiska landinum at avgera dystin. Passivt verjuspæl, og so kundi Salem Al Dawsari seta bóltin í málið til 2-1, og harvið tryggja sær fyrsta sigurin í einum HM-endaspæli síðani 1994. Liðini fara úr HM, uttan at hava givið lagt nøkur rík minnir eftir sær.

Uruguay – Russland 3-0(2-0)
Saudi Arabia – Egyptaland 2-1(1-1)


Bólkur A:

Uruguay       9 (+5)
Russland      6 (+4)

Saudi Arabia  3 (-5)
Egyptaland    0 (-4)  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder