Fótbóltur

Úrvalstilboðið nú á fleiri skúlum

Umframt Miðnám á Kambsdali, eru Glasir og Klaksvíkar HF-skeið nú eisini vorðin partur av FSF Úrvalstilboðnum. Freistin at melda til 15. mars 2019.

Møguleiki verður fyri at taka FSF Úrvalstilboðið á m.a Glasir
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Møguleiki verður fyri at taka FSF Úrvalstilboðið á m.a Glasir (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-26 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrst í  februar kundi FSF boða frá, at til komandi skúlaár verður eitt serligt ”FSF Úrvalstilboð” bjóðað út á Kambsdali. Í dag kunnger Fótbóltssambandi, at hetta sama tilboð verður nú eisini møguligt á Glasir og á Klaksvíkar HF-skeiði.

Les eisini: FSF úrvalstilboð á miðnám á Kambsdali

- Hetta er eitt stórt stig rætta vegin í strembanini eftir at geva okkara ungu spælarum bestu fortreytir at mennast. Í nógv ár hevur verið tosað um tørvin á at økja um venjingarmongdina og sum heild at geva úrvalsspælarum møguleikan at venja meira saman, og ikki bara á ungdómslandsliðunum, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Málbólkurin er greiður: Tað eru seriøsir fótbóltsspælarar, bæði gentur og dreingir, sum veruliga vilja meira við fótbóltinum. Her verður til dømis hugsað um spælarar, sum koma upp á tal til okkara U17, U19 og U21-landslið, skrivar FSF.

Pætur Clementsen sigur eisini, at tað er ofta í hesum aldrinum, at spælarar taka avgerðina um at satsa upp á fótbóltin, og tá verður FSF Úrvalstilboðið eitt gott og alneyðugt ískoyti til gerandisdagin hjá hesum spælarum. 

Tað er eisini møguligt hjá spælarum, ið ikki ganga á miðnámsskúla, at melda seg til. 

Les meira um tilboðið á heimasíðuni hjá FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder