Klokkan seks bríkslar walisiski dómarin seinna Europa Conference League dystin millum NSÍ og FC Honka Espoo í gongd. Fyrri dysturin, sum var í Finnlandi fyri viku síðani, endaði málleysur, og hetta er eitt gott útgagsstøði fyri NSÍ - serliga nú reglan um útivallarmál er burtur.
Flest veddingarfyritøkurnar geva odds á umleið 3.00, fyri at NSÍ kemur víðari. Oddsi'ð uppá víðari luttøku hjá Honka liggur væl lægri. Hjá Bet365 er tað til dømis 1,36.
Tá tað kemur til sjálvan dystin, eru tær flestu ógvuliga samdar: Fyri eitt útlið er finska liðið greiður favorittur móti liðnum, sum liggur á fjórða plássi í Føroyum í løtuni.
Soleiðis liggja oddsini - bygt á metingar hjá fimm stórum veddingarfyritøkum:
Sigur til NSÍ: 4,60 - 4,80
Javnleikur: 3,30 - 3,60
Sigur til Honka: 1,66 - 1.78
Tølini ímynda hvussu nógvar ferðir, ein kann fáa peningin aftur - fyrivarni skal takast fyri, at oddsini broytast eitt sindur, so hvørt sum dysturin nærkast, av tí at nógv tippa
Sí eisini:
André Olsen: - Útgangsstøði er munandi betri nú
Tróndur Jensen: Trýstið liggur á teimum
Myndir: NSÍ er til reiðar til avgerandi dystin
KÍ vann í Riga, og hóast regulin um útivallarmál eru burtur - telja ikki "eitt og eitt hálvt" longur - so er KÍ greiður favorittur at koma víðari samanlagt. Á Bet365 líggjast tølini nógv teimum sum í dystinum á Svangaskarði, bara umvent: Heimaliðið at koma víðari gevur 1,30 og útiliðið 3,40.
Mett verður at talan verður um ein javnan dyst í kvøld, har heimaliðið tó hevur ein heilt lítlan fyrimun. RFS skal jagstra, meðan Kí skal halda fast, tó samstundis við at royna at skapa nakað, tí bert eitt mál skilur partarnar.
Sigur til KÍ: 2,45 - 2,55
Javnleikur: 3,30 - 3,40
Sigur til RFS: 2,55 - 2,65
Sí eisini:
Dysturin við Djúpumýru verður bríkslaður í gongd klokkan átta
- Vit hava alla orsøk til at trúgva uppá tað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald