Hondbóltur

Útlendskir føroyafjepparar til landsdystirnar í Sveis

Fjeppararnir blivu hugtiknir av føroyskum ítrótti eftir at hava sæð Føroyar spæla altjóða fótbóltsdystir.

Mynd: HSF.fo

Mynd: HSF.fo

2018-12-03 15:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt par úr Sveis og ein maður úr Týsklandi hava verið trúðføst til hvønn dyst hjá Føroyum í HM-undankappngini í Sveis. 

Ein teirra er Aurelio Balbis, sum fyri fyrstu ferð sá ein landsdyst hjá Føroyum, var í 2000, tá A-landsliðið við monnum í fótbólti spældi móti Sveis á útivølli. Síðani tá hevur Aurelio fylgt við í føroyskum ítrótti.

28 ára gamli Stefan Schmidt úr Týsklandi gjørdist hugtikin av Føroyum, tá hann sá dystin millum Føroyar og Týskland í fótbólti í Hannover í 2001. Hann hevur síðan ferðast runt í Evropa og hugt eftir Føroyum í hondbólti og fótbólti.

Samrøða við útlendsku fjeppararnar hjá føroyska hondbóltslandsliðinum kann lesast á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder