
Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal í morgin royna at tryggja sær trý týdningarmikil stig í í bólki C í Deild D í UEFA Nations League. Uppgávan er Aserbadjan á Tórsvølli, og tað verður næstan fullsett og allarhelst larmandi á tjóðarleikvøllinum.
Nú langsíðan, har gamla FSF-húsið var, er undir umbygging, er pláss fyri áleið 3500 áskoðarum á Tórsvølli. Frá FSF frætta vit, at áleið 300 atgongumerki eru eftir til dystin í annaðkvøld. Til dystin ímóti Malta, ið var fyrsti dystur í Nations League var áskoðaratalið 3234.
Skansin, ið húast við FSF-byggningin beint aftanfyri málið í syðra enda, er til reiðar at aftur skapa ein frálíkan stemning í morgin.
Lars Olsen hevur úttalað seg um týdningin av heimavøllinum í bólkinum, har Føroyar eru eitt stig frammanfyri Aserbadjan og eitt stig aftanfyri Kosovo, ið kemur á vitjan sunnukvøldið.
Føroyska liðið hevur havt sína seinastu venjing í morgun, har tíðindafundur var á skránni áðrenn. Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.45.
Rættað og uppdaterað 10/10: 18.48
(Mynd: Sverri Egholm)
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald