Annað

Vágs kommuna takkaði VB og Guðrið

Almenn móttøka var í VB húsinum í gjár í sambandi við, at Guðrið Krosslá Augustinussen og Faroe Islands Handball Cup, sum VB skipaði fyri, hevði vunnið heiður á ÍtróttaFAGNAÐINUM.

2021-02-15 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið skipaði ÍSF fyri ÍtróttarFAGNAÐINUM í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og millum tey, sum vórðu heiðraði vóru Guðrið Krosslá Augustinussen og VB hondbóltur.

Guðrið vann heiðurin sum Ársins ÍtróttaFYRIMYND, og VB hevði skipað fyri Faroe Islands Handball Cup, sum gjørdist Ársins ÍtróttaÁTAK.

Guðrið, ið hevur spælt hondbólt fyri VB, hevur spælt í bestu deildini í 22 ár. Eisini er hon venjari, dómari, og luttekur hon nógv í sjálvbodna arbeiðnum. Hon var m.a. við til at skipa fyri Faroe Islands Handball Cup.

Faroe Islands Handball Cup gekk fyri seg yvir tríggjar dagar í august. Marghøllin í Vági var karmur um tiltakið, har uml. 400 børn og ung luttóku.

Í sambandi við, at bæði Guðrið og VB vórðu blivin heiðrað í Mentanarhúsinum, skipaði Vágs kommuna fyri almennari móttøku í VB húsinum í gjár.

Nógv fólk møttu upp at heilsa uppá og ynskja vinnarunum til lukku, skrivar Vágs kommuna.

Bjarni Johansen, borgarstjóri segði nøkur orð og gav vinnarunum hvør sítt gávubræv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder