Ernesto Valverde verður framhaldandi venjari hjá Barcelona. Felagið boðar frá á heimasíðuni, at Valverde skrivar undir nýggjan sáttmála, sum bindir hann til felagið fram til summarið 2020. Barcelona hevur eisini møguleika til at leingja sáttmálan við einum ári afturat.
Í sínum fyrsta ári sum venjari hjá katalanska stórfelagnum, vann liðið bæði heimligu kappingina og steypakappingina. Hetta kappingarárið hevur felagið vunnið Super Cup, ligur ovast á stigatalvuni í Spania og er enn við í Champions League og sponsku steypakappingini.
Áðrenn Valverde skifti til Barcelona var hann venjari hjá m.a. Athletic Bilbao, Espanyol, Olympiakos, Villarreal og Valencia.
Diego Simeone hevur eisini longt sáttmalan við Atletico Madrid
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald