Hondbóltur

Vár og Lív skulu spæla við Ajax

22-ára gomlu tvíburðarnir úr Hoyvík hava báðar havt langtíðarskaðar, men eftir summarsteðgin spæla tær í næstbestu donsku deildini. - Tær hava siðbundnu sterku føroysku venjingarmentanina.

Lív Bentsdóttir Zachariasen og Vár Bentsdóttir Zachariasen hava havt stóran leiklut í gullheiðursmerkjum og evropeiskum dystum hjá H71 seinastu árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lív Bentsdóttir Zachariasen og Vár Bentsdóttir Zachariasen hava havt stóran leiklut í gullheiðursmerkjum og evropeiskum dystum hjá H71 seinastu árini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-15 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vár Bentsdóttir Zachariasen og Liv Bentsdóttir Zachariasen hava seinastu árini gjørt vart við seg á ungdómslandsliðnum, eitt sindur á A-landsliðnum og sanniliga fyri besta liðið hjá H71. Harvið vunnu tær steypakappingina tríggjar ferðir og FM tvær ferðir.

Umframt hetta komu kvinnurnar hjá H71 langt í Evropa tvey ár upp í slag. Eftir greipuna í fjør skuldu Lív og Vár víðari - til danskan hondbólt.

[object Object]
Vár varð varld sum dagsins spælari - fyri serliga sítt verjuavrik - í steypafinaluni í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nógv sterk avrik fyri H71 - her sæst Lív frammarliga og Vár í bakgrundini (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Tað sleppa tær nú eftir summarferiuna, men 2023/2024 varð tíverri oyðilagt hjá báðum orsakað av knæskaðum. Lív Zachariasen sleit fyrst krosssbandið ímóti kappingarenda í 2022/2023, og hjá Vár gekk galið stutt seinni.

Nýggja liðið skuldi vera TMS Ringsted, men nú er greitt, at 22-ára gomlu tvíburðarnir úr Hoyvík skulu spæla við øðrum felagi í næstbestu donsku deildini: Ajax København. Talan er um felag, sum fleiri føroyskir spælarar hava umboðað - í næstbestu ella bestu deildini. Súna Krossteig Hansen er tann seinasta. Hon skiftir frá niðurflytarunum til Skanderborg í bestu deildini.

Les eisini: Súna heldur fram í bestu donsku deildini

Vár Bentsdóttir Zachariasen og Liv Bentsdóttir Zachariasen, ið ávíkavist spæla á strikuni og á bakkinum, skulu koma í gongd aftur í høvuðsstaðarfelagnum. 

- Talan er um tveir dugnaligir spælarar, sum tíverri hava verið raktar av skaðum tað seinasta árið. Vit kenna teirra dygdir, sum vit eisini hava sæð á føroyska A-landsliðnum. Tær hava tí klassisku sterku venjingarmentanina við sær úr Føroyum, og vit gleða okkum til, at tær gerast ein partur av hópinum. 

Hetta sigur hjálparvenjarin hjá Ajax København Martin Grønmann við europamester.dk. Hann kennir Lív og Vár frá tíðini á Kies (ítróttareftirskúlanum í Keypmannahavn) og FIF. 

Hoyvíkskvinnurnar siga seg gleða seg til at koma aftur á hallargólvið eftir drúgvar skaðar og fegnast um møguleikan í Ajak København, sum hóskar væl til tær. Vár Bentsdóttir Zachariasen og Liv Bentsdóttir Zachariasen skulu royna at menna seg víðari í donskum hondbólti og eisini vinna seg til á A-landsliðið aftur.

[object Object]
Lív Zachariasen í gjøgnumbroti í landsdysti móti Eysturríki. Hon hevur sjey A-landsdystir spælir sum oftast á høgra bakki í álopinum og so í miðverjuni. Vár er stirkuspælari og eisini sterkur miðverji - hon spældi fýra landsdystir áðrenn skaðan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Her fegnast tvíburðarnir saman í U-landsdysti (Mynd: EHF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder