Fótbóltur

Váttað: Ancelotti verður venjari hjá Everton

Sera royndi og høgt virdi italienski venjarin hevur skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi til summarið 2024. Hann og Mikel Arteta eru á áskoðaraplássinum á Goodison Park, meðan Duncan Ferguson og Frederik Ljungberg standan á odda fyri ávíkavist Everton og Arsenal á seinasta sinni.

Carlo Ancelotti á áskoðaraplássinum á Goodison Park í dag (Mynd: EPA)

Carlo Ancelotti á áskoðaraplássinum á Goodison Park í dag (Mynd: EPA)

2019-12-21 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er ein heilt serligur fótbóltsdystur í gongd á Goodison Park í Liverpool. Tað er fyrsti dystur í 18. umfari í Premier League, har Everton tekur ímóti Arsenal. Liðini hava tað til felags, at tey havt eitt sera miseydnað kappingarár higartil, og hava leitað eftir einum nýggjum høvuðsvenjara seinastu tíðina.

Les eisini: 
Arsenal og Everton nærkast venjaraloysnum

Unai Emery varð uppsagdur í Arsenal seinast í novemner, og í gjár varð fyrrverandi miðvallari felagsins, ið eisini spældi seks ár við Everton, avdúkaður sum nýggjur venjari. 37-ára gamli Mikel Arteta hevur síðani hann steðgaði sum leikari í 2016 verið í venjaratoyminum hjá Pep Guardiola í Manchester City. Hann er ikki á síðulinjuni í dag men á áskoðaraplássinum. Sviin Frederik Ljungberg stendur fyri sættu og seinastu ferð fyribils á odda fyri Arsenal.

[object Object]
Mynd: EPA

Á áskoðaraplássinum er eisini navnframi Carlo Ancelotti. Hann hevur vunnið tað sum vinnast kann sum leikari og venjari. og nú skal 60-ára gamli italiumaðurin taka yvir í Everton. Hann vann Premier League og FA Cup, meðan hann var í Chelsea frá 2009 til 2011. Annars hevur Ancelotti stjórnað Juventus, AC Milan, Real Madrid, PSG, Bayern Munchen og seinast Napoli, har hann var uppsagdur í síðstu viku.

Ancelotti hevur skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi fyri fýra og eitt hálvt ár. Marco Silva var uppsagdur fyrr í mánaðinum, og síðani hevur skotin Duncan Ferguson, ið var áleypari í felagnum leingi, fyribils havt ábyrgdina og staðið seg væl. Í dag eru hann og Ljungberg á síðunlinjuni fyri seinastu ferð við evstu ábyrgd. Feguson verður partur av venjaratoyminum hjá Ancelotti.

Støðan í steðginum er 0-0.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder