Hann spældi har síni fyrstu fótbóltsár, helt so fram í B36 í fleiri ár áðrenn gjøgnumbrotið í fremstu røð kom fyri B68.
Á seinasta leikdegi við Løkin syrgdi Bartal Páll Klein við hattrikki fyri, at B68 ikki noyddist tungu leiðina niður í 1. deild.
NSÍ megnaði als ikki at hava tamarhald á unga B68-áleyparanum í seinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Bartal Páll Klein sum 16-ára gamal móti B36, sum hann skifti frá í fjør. Næstu árini skal ungi áleyparin aftur hava heimavøll í Gundadali (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Leygardagin skrivaði Portalurin um, at ungi og spennandi áleyparin eftir øllum at døma fór at leggja leiðina aftur í Gundadali - til HB.
Hetta hevur HB nú endaliga váttað á Facbook-síðu sínari við einum stuttum videobroti.
17-ára gamli áleyparin hevur, sambært okkara upplýsingum, skrivað undir tvey-ára sáttmála við HB.
Bartal Páll hevur longu 36 dystir í Betrideildini og 6 mál. Fyrr í november var vinstrabeinti spælarin og royndarvandi í italska Verona.
(Mynd: Rói Sørensen/RSmedia)
--
Dagført: 20.09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald