Fótbóltur

Váttað: Dan í Soylu er aftur í HB

28-ára gamli sandingurin vendir aftur eftir eitt ár í KÍ.

Dan í Soylu verður aftur í reyðum og svørtum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dan í Soylu verður aftur í reyðum og svørtum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-19 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vit skrivaðu um vikuskiftið, so er avtala komin    í lag millum Dan í Soylu og HB

Sí eisini: HB fær spælarar úr B68 og KÍ

Tekniskt sterki miðvallarin hevði annars sáttmála við KÍ fyri 2025, men sum skilst fekk Dan í Soylu avtalu í lag við KÍ um at strika sáttmálin eftir eitt heldur miseydnað ár.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nú 28-ára gamli Dan í Soylu spældi fyri HB í árunum 2018-2023. Har var hann við at vinna tvey FM og steypakappingina fýra ferðir. Nú er endaliga greitt, at hann aftur skal spæla í reyðum og svørtum - og undir Adolfo Sormani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder