Fótbóltur

Váttað: Ragnar aftur til B36

25-ára gamli miðvallarin hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála við B36: Felagið boðar fyrrapartin frá tí, sum Portalurin skrivaði um í gjár.

- Ragnar er ein raskur og fjølbroyttur spælari, sum altíð er sinnaður at fara undir tað harða arbeiðið. Ragnar kennir eisini felagið innanífrá, so hann er ein týdningarmikil spælari at fáa í hópin, sigur Jákup Martin Joensen, nýggjur høvuðsvenjari í B36 (Mynd: B36)

- Ragnar er ein raskur og fjølbroyttur spælari, sum altíð er sinnaður at fara undir tað harða arbeiðið. Ragnar kennir eisini felagið innanífrá, so hann er ein týdningarmikil spælari at fáa í hópin, sigur Jákup Martin Joensen, nýggjur høvuðsvenjari í B36 (Mynd: B36)

2024-11-09 09:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið skrivaðu vit um, at Ragnar Samuelsen fór at skifta úr B68, har hann hevur spælt tvey tey seinastu árini, til B36. Har er nú 25-ára gamli sterki og orkuríki miðvallarin uppvaksin.

Les um tað her: Ragnar Samuelsen vendir aftur til barndómsfelagið

Fyrrapartin váttar B36 skiftið. Felagið skrivaði soleiðis á sínari síðu fyri løtu síðani: 

------------------------------------------------------------------------------

Ragnar Samuelsen fer nú aftur at spæla fyri barndómsfelagið B36.

- Ragnar er ein raskur og fjølbroyttur spælari, sum altíð er sinnaður at fara undir tað harða arbeiðið. Ragnar kennir eisini felagið innanífrá, so hann er ein týdningarmikil spælari at fáa í hópin, sigur Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari í B36.

Ragnar er 25 ár, og hann hevur fyrr spælt 110 dystir fyri okkara besta manslið í alt.

Seinastu tvey árini hevur hann spælt á Toftum, har hann var ein av stuðulsspælarunum. Eitt skifti í 2019 royndi hann seg eisini í EB/Streymi, tá Jákup Martin Joensen var venjari har.

- Tað kennist gott at vera heima aftur í B36-húsinum, og eg eri spentur at fara undir hesa spennandi avbjóðingina, sigur Ragnar Samuelsen.

Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini.

Herfyri skrivaði miðverjin Heini Vatnsdal eisini undir sáttmála við B36.

Fótbóltsfelagið B36

--------------------------------------------------------------------------

Harvið er nýggi spælari nummar tvey til reiðar í sunnara enda í Gundadali fyri 2025 og 2026.

Besta mansliðið hjá B36 hevði eitt miseydnað kappingarár við 5. plássi í Betrideildini, við at verða sligið út í 1. umfari í Conference League og við at tapa steypafinaluni móti grannunum.

Einki Evropa næsta ár og hall felagsins verður stórt. Hópurin í ár var tann dýrasti hjá B36 nakrantíð, royndin at koma nærri tinginum miseydnaðist, og Dan Brimsvík varð sagdur úr starvi í juni.

Eingin av teimum sjey útlendingnum, sum komu inn í hópin síðsta vetur, halda fram í 2025. Hetta váttaði forkvinnan Marita Debes Magnussen í B36-varpinum á FM1.

Sambært upplýsingum hjá Portalinum er Emil Weihe Joensen, sum í ár skaraði framúr hjá EB/Streymi, ein teirra, sum B36 hevur í hyggju at fáa inn í sín hóp. Miðvallarin spældi við besta liðnum hjá B36 í 2023 og var nøkur av ungdómsárunum í felagnum.

Venjaraspurningurin kom uppá pláss í vikuni, tá Jákup Martin Joensen, ið áður hevur havt ymiskar leiklutir í felagnum, skrivaði undir tvey-ára sáttmála við B36.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder