Hondbóltur

Venjaraskifti hjá H71 monnum og nýggjur ítróttarligur leiðari hjá H71

Mark Lausen-Marcher og Djóni Gaard Joensen vera venjarar hjá H71-monnum. Eisini kemur Djóni at starvast fulla tíð hjá felagnum, og vera ítóttarligur leiðari og samskipari.

Forkvinnan í H71, Anna Dam, her saman við Mark Lausen-Marcher og Djóna Gaard Joensen (Mynd: H71)

Forkvinnan í H71, Anna Dam, her saman við Mark Lausen-Marcher og Djóna Gaard Joensen (Mynd: H71)

2023-06-18 14:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi kappingarár koma Mark Lausen-Marcher og Djóni Gaard Joensen sum venjarar at hava ábyrgdina av H71 monnum saman við Ára E. Dam sum málverjavenjara og Hera Ziska sum kropsligum venjara.

Mark Lausen-Marcher er útbúgvin “divisiónsvenjari” og Djóni Gaard Joensen er í holt við somu útbúgving sum verður lokin seinri í ár. Mark hevur drúgvar venjara royndir sum landsliðsvenjari og sum venjari hjá monnum og kvinnum hjá H71. Djóni Gaard Joensen hevur í nógv ár verið ungdómsvenjari í H71 eins og hann seinasta kappingarár, saman við Simon Olsen, hevur havt ábyrgdina av bæði kvinnum og monnum hjá H71. Djóni hevur eisini verið  landliðsvenjari hjá U 04 landsliðnum sum fekk frálík úrslit í Montenegro seinasta ár og sum aftur í ár skulu royna seg í HM endaspæli í Kroatia í summar.

Djóni Gaard Joensen kemur at starvast fulla tíð hjá H71 og hann kemur at verða ítróttarligur leiðari og samskipari hjá H71 umframt, at hann eisini kemur at venja ungdóm komandi kappingarár.

Nevndin í H71 er sera væl nøgd við at hava fingið fólk sum hava verið knýtt at felagnum í nógv ár at hava ábyrgdina í komandi árið og ynskja toyminum blíðan byr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder