Við heimasíðuna hjá svenska stórfelagnum, sigur Henrik, at tað sjálvsagt er gott at hava ein stóran 4-1 sigur frá fyrru uppgerðini, við sær. Hóast hetta, sotapti Malmö FF ein týdningarmiklan dyst á heimavølli fyri trimum døgum síðani, og venjarin ásannar, at tað tekur um einar tveir-tríggjar dagar at koma yvir slíkt tap.
- Tað er so ymiskt vit síggja uppá tingini. Tað eru í grundini fýra hálvleikir, har vit hava spælt tveir av teimum øgiliga væl. Mótstøðan hendan dystin verður nógv meir áleypandi enn tann í fyrru uppgerðini. Tá royndi KÍ mest at verja og at halda bóltin lágt og leingi, sigur Henrik Rydström, venjari hjá Malmö FF.
Venjarin hjá svensku meistarunum ásannar, at tað sum tað nú snýr seg um hjá gestunum úr Malmö, er, at brúka fyrru uppgerðina til teirra egna fyrimun. At tora at taka kjansir og seta álop í gongd við høgum vandafaktori.
Um dystin í kvøld sigur Henrik, at spælið verður øðrvísi enn í fyrra dystinum. Bæði frá Malmö FF og frá KÍ. Hann sigur, at KÍ er eitt av teimum mest dominerandi liðunum í Føroyum og at teir mugu vera klárir uppá 4-3-3 og aðrar nærliggjandi umstillingar.
- Vit mugu taka nógvar sjáldsamar lutir frá okkara spælið fram, sigur venjarin hjá Malmö FF at enda.
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
19.45: KÍ - Malmö FF (1-4)
Kringvarp Føroya fer at vísa dystin. Portalurin hevur fólk á staðnum og hevur ymiskt tilfar um dystin.
Sí eisini:
Odmar Færø: - Trúgva uppá sigur til ein og hvønn dyst við Djúpumýru
Espen Haug: - Hallur Hansson háaktuellur til returdystin
50 Malmö fjepparir til staðar við Djúpumýru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald