
Vilnius, Litava (Portalurin) - Eftir at toran sló ógvusliga og nakað av regni kom niður í annaðkvøld, so er sólin komin fram við fullari kraft í litaviska høvuðsstaðnum. Tað eru líka yvir 25 hitastig, har KÍ heldur fram at fyrireika seg til Evropa League dystin ímóti Zalgiris.
KÍ hevur eina stóra uppgávua fyri framman; minst tvey mál skulu skorast ímóti sterku mótstøðuni. Hetta er meinlíkt uppgávuni, ið føroyameistarin, Víkingur, hevði í Finnlandi í gjárkvøldið. Víkingur tapti 3-1 í Helsinki, og er úti av Champions League.
Í KÍ-leguni ásanna teir, at tað verður tungt í annaðkvøld, men at møguleikin tó er til staðar.
Í kvøld venur KÍ aftur á tjóðarleikvøllinum, har dysturin skal spælast. Undan venjingini verður felags tíðindafundur við umboð frá báðum liðunum. Vit verða til staðar, og hava tilfar tøkt frá seinastu fyrireikingunum og útsøgnunum hjá KÍ.
LFF-leikvøllurin, har pláss er fyri áleið 5,000 áskoðarum(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald