Tað gekk striltið hjá báðum liðunum at skora fyrstu løtuna. Talan var um ein dyst, har ein málverji hjá hvørjum liði hevði 14 bjargingar. Tað at Mladen Mjeimacka stóð væl, bjargaði tó ikki VÍF, tí teirra skoteffektivitetur var væl minni - skoraðu uppá undir helmingin av sínum skotum.
VÍF skoraði annars trý tey seinastu málini fyri steðgin. 13-13 í hálvleikinum og gott hondbóltshuglag á mongu heimaáskoðarunum.
Dánjal Ragnarsson skoraði fyrsta málið eftir steðgin, og Mladen og verjan stóðu væl fyrstu minuttirnar. Men so komu steypavinnararnir úr Eysturríki av álvara í gongd: Handball Westwien skoraði sjey mál uppá seks minuttir, 14-20, og so varð tað tungt hjá VÍF.
Samanlagt skoraði heimaliðið bert níggju mál eftir steðgin. Munurin var sjey mál, tá samanum kom, og harvið skal liðið hjá Inga Olsen gera heilt nógv rætt í morgin, um tað skal gerast spennandi aftur.
Talan er um eitt mótstøðulið úr góðari deild við nógvum streingjum at spæla uppá, góðum fysikki og harvið sterkari verju, umframt málverja. VÍF fekk tað ikki í nóg stóran mun at hanga saman yvir ein heilan dyst - serliga í álopinum.
Liðini spæla seinna dystin í morgin, leygardagin 19. oktober, klokkan 19. Spælt verður aftur í Høllini í Vestmanna. VÍF skal vinna við minst sjey málum fyri at hava møguleika fyri at koma víðari.
European Cup 2. umfar -fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum
Í dag, fríggjadagin 18.10
VÍF - Handball West Wien 22-29 (13-13)
Í gjár, hósdagin 17.10
SSV Brixen - H71 40-33 (20-14)
Sí eisini: H71 lat 40 mál inn í Italia og tapti greitt
Seinnu dystirnir verða spældir í morgin, leygarkvøldið 19/10.
18.00: SSV Brixen - H71 (40-33)
19.00: VÍF - Handball Westwien (22-29)
Dagført: 22.12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald