
FSF Varpið: - Tað er nakað heilt serstakt at standa á Tórsvølli í einum sovorðnum dysti – alt stendur upp á spæl í einum dysti. Men tað hevði verið stórt fyri okkara ungu gentur at vunni. Seinast vit vunnu var í 2019, og vónandi ganga ikki 20 ár, til vit aftur kunnu siga, at vit vunnu.
Tað sigur Elin Maria Isaksen, vanliga nevnt Elmi, millum annað í samrøðu við FSF Varpið, sum í vikuni fekk orðið á roynda miðvallaran úr HB.
Við at vinna samanlagt 3-1 á Víkingi í hálvfinalunum, megnaði HB at tryggja sær pláss í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19:00, har tær skulu møta KÍ.
KÍ og HB spældu eisini steypafinalu í 2022.
Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum hjá FSF
Sí og hoyr samrøðuna ovast ella á Youtube
Sí eisini: KÍ-liðskipari: - Skulu fáa álopsspælið at rigga í finaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald