Fótbóltur

Video: - Dreymurin um at koma víðari blívur størri og størri

Jonn Johannessen sat heima og hugdi eftir føroyska bragdinum móti Fraklandi. Nú fegnast áleyparin um at vera við aftur, og klaksvíkingurin sigur, at tað at U21-landsliðið spælir í Klaksvík við nógvum áskoðarum kann geva eitt "boost".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-10-06 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi, at eg segði tað við teg seinast: Vit vilja koma víðari. Tað vilja vit enn, og dreymurin verður bara størri og størri.

Jú, Jonn Johannesen segði eftir 2-0 sigurin á Armenia á Svangaskarði í juni, eftir at hann hevði skorað tvey mál, at føroyska U21-landsliðið ætlaði sær til EM.

Góð úrslit geva trúgv uppá tað, og tað verður ikki nógv størri enn ein javnleikur móti fronsku heimsstjørnunum. Tá var Jonn Johannessen ein av teimum ongu føstu, ið manglaðu, og 19-ára gamli álopskendi leikarin sat heima við skaðatrupulleikum og hugdi.

- Tað var keðiligt, at ikki vera við, men tað var fantastiskt at síggja teir spæla og fáa 1-1.

Nú gleðist klaksvíkingurin, ið framvegis er nakað darvaður av lærkrikanum, um at vera aftur við landsliðnum - og at sleppa at spæla heimadyst í Klaksvík.

- Síðst eg var við, so spældu vit uttan áskoðarar og ikki í Klaksvík; nú er tað bæði, so tað burdi givið okkum eitt boost.

Tað er eingin ivi um, hvat Jonn ætlar í morgin: At vinna.

Føroyar og Norðurmakedónia spæla í morgin klokkan 14 við Djúpumýru. Portalurin verður til staðar til dystin.

Sí eisini: Video: - Standa okur saman sum eitt lið, so trúgvi eg uppá eitt gott úrslit

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder