- Sum barn og tannáringur vóru Føroyar eitt stað, sum vit ferðaust til: At vitja ommu og abba, umframt mammubeggja og systkinabørn og fyri at slappa av. Nú hevur tað ein øðrvísi og kanska uppaftur størri týdning.
Mads Boe Mikkelsen hevur føroyska mammu og danskan pápa og er uppvaksin beint við Aarhus. Hann skilir fullvæl føroyskt, men heldur seg fyri tað mesta til tað danska, tá hann samskiftir. Mads býr hjá familju sínari í Leirvík, har hann eisini arbeiðir í frítíðarskúla.
Sí eisini:
- Gilli Rólantsson: Havi sovið illa fleiri nætur: Nú kann eg endiliga anda aftur av álvara
- Patrik Johannesen: Hetta er aftur eitt stig upp
23-ára gamli tekniskt gávaði og kviki miðvallarin hevur nú búð og spælt fótbólt í Føroyum í næstan trý ár. Fyrst við HB í eitt og hálvt ár og síðani KÍ í 2022.
Í HB gjørdist Mads greipuvinnari og skoraði millum annað eitt vakurt mál í steypafinaluni móti Víkingi í 2020. Tíðin í høvuðsstaðnum var tó merkt av fleiri vøddaskaðum, men í KÍ hevur hann spælt so at siga hvønn dyst. Mads Mikkelsen var umráðandi spælari á søguliga FM-liðnum í fjør og skoraði eisini tvey mál í evropeiskum dystum.
Fyrstu seks A-landsdystirnir komu eisini undir land. Serliga minniligur fyri Mads var sigurin á Turkalandi á Tórsvølli í september, har maðurin við 2-talinum á rygginum kom inn og var við í 2-0 málinum, ið Jóan Símun Edmundsson skoraði.
- Eg elski at spæla dystir á hægri stigi, har mótstøðan er harðari. Tað ger tað eitt sindur stuttligari at spæla, og man skal royna at veruliga vísa seg fram, staðfestir jarðbundni landsliðsspælarin, ið heldur ikki dylir fyri, at ynski er at spæla meira javnan á hægri stigi.
Í samrøðuni á Hotel Føroyum í gjár tosaði Mads Boe Mikkelsen eisini um, hvussu tað kom í lag, at hann fór at umboða Føroyar. Hann spældi annars nógvar dystir fyri serliga U17-landsliðið hjá Danmark.
Nú hugsavnar Mads seg um føroyska landsliðið, har hann helst fær ein leiklut í næstu landsdystunum. Dygdirnar og menningarmøguleikarnir eru avgjørt har hjá 23-ára gamla driblisterka føroyinginum
Manuskript: Agnar Prestá
Filmað og klipt: Sverri Egholm
Føroyska A-landsliðið við monnum ferðast í løtuni til Moldova. Portalurin er við á ferðini og hevur ymiskt tilfar frá landsliðshópinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald