Vilnius, Litava - Portalurin: - Tað eru ikki nógvir føroyskir áskoðarar við í Vilnius, men vit hittu tveir av teimum trimum tætt við gistingarhúsi hjá Føroyum.
Talan var um hjúnini Katrini og Zakarisi úr Hoyvík, sum eisini komu til litaviska høvuðsstaðnu. Tey hava hugt seg eitt sindur umkring og halda tað vera heilt hugnaligt.
Tey eru komin at stuðla soninum Paula Jacobsen, umframt øllum hinum føroyingunum.
Vónairnar eru góðar, sigur mamman, sum hevur lovað sær sjálvari, at hon vil vera við og hyggja, so ofta og leingi tað ber til, og hin hevur møguleikan til tess.
Katrin og Zakaris vóru glað fyri avrikið hjá Paula og hinum í Høllini á Hálsi mikukvøldið. Nú er bert ein annar føroyingur afturat teimum og stuðlar, men tey hava so Merkið við og fara at royna at gera vart við seg.
Sí samrøðuna ovast
Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass
Sí eisini: Venja verjuspæl og skriva søgu í Vilnius
Sí eisini: Ísak Vedelsbøl: - Tað er ordiliga kul at fáa størri leiklut á landsliðnum (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald