Tað er háspenningur í hópinum, og ungu menninir, umframt teir í venjaratoyminum, undan undankappingardystinum í "basanum" í Klaksvík.
Hetta staðfesti Atli Gregersen, tá Portalurin fyrrpartin fekk orðið á hann. Hetta var við Djúpumýru, har Føroyar høvdu sína seinastu venjing undan dystinum móti Andorra, sum byrjar klokkan 18 í annaðkvøld.
Atli hevur 41-ára føðingardag í dag. Hann sigur um ungu menninir, at tað er eitt U21-lið sum helst hevur fleiri dygdir í álopsspælinum enn tað undanfarna, ið annars var ógvuliga sterkt og fekk 10 stig.
Tá var royndi miðverjin hjá Víkingi eisini hjálparvenjari - nú er tað undir klaksvíkingum Eyðuni Klakstein heldur enn Sámal Erik Hentze. Atli sigur, at hann og Bagge arbeiddu ógvuliga væl saman, men at samstarvið millum hann og Eyðun eisini hava fingið góða byrjan.
Um Føroyar fáa góða byrjan uppá EM-undankappingina fáa vit at síggja í annaðkvøld. Føðingardagsbarnið helt fyri, at hondbóltslandsliðið hevur víst vegin seinastu tíðina - nú í vikuskiftinum skulu fótbóltsslandsliðini eisini vísa seg frá sínari bestu síðu. A-landsliðið spælir móti Kekkia á Tórsvølli leygarkvøldið.
Portalurin verður til dystin við Djúpumýru og hevur eisini gjørt tilfarið, sum leinkur eru til niðanfyri, upp til dystin
Sí eisini:
Myndir: Løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar í Klaksvík
Jørgen Nielsen: - Hetta er øgiliga stuttligt og nakað serligt
Eyðun Klakstein: Vit gleða okkum
Yvir 1.000 áskoðarar verða til U21-landsdystin
Skipa fyri stórari upphiting í Klaksvík fríggjadagin
Fótbóltur
Video: - Fótbóltsføroyar skulu vísa seg frá frá sínari bestu síðu
Eingin ivi um, at vit eru til eksamiu i morgin - skulu tora at siga at vit fara eftir trimum stigum, sigur Atli Gregersen. Hjálparvenjarin á U21-landsliðnum setur eisini orð á “nýggja” liðið og nýggja makkaran.
2023-06-15 19:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald