Fótbóltur

Video: - Góðu úrslitini hjá U21 seinastu árini plikta

Nýggi U21-landsliðsvenjarin fegnast tó um, at hann fyrst fær høvi at savna hópin til venjingar. Eyðun Klakstein sigur, at talan er um ein blandaðan og spennandi hóp, og at ein høvuðsfyritreyt fyri at at koma á U21-landsliðið er, at tann kropsligi parturin er í lagi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-13 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin vóru hóparnir hjá bæði A-landsliðnum og U21-landsliðnum til uppgávurnar síðst í mánaðinum kunngjørdir á tíðindafundi í FSF-húsinum.

Hjá U21-landsliðnum er talan um venjingarlegu sum fyrireiking til undankappingina, sum fer av bakkastokki seinni í ár. 

Nýggur U21-landsliðsvenjari er Eyðun Klakstein. 50-ára gamli klaksvíkingurin viðurkennir, at tað er ein arvur at lyfta eftir mongu góðu úrslitini seinastu árini, men at hann er ógvuliga spentir uppá at koma í gongd. 

Sí eisini: Eyðun hevur tikið sín fyrsta hóp út

Ein venjingarlegu er eisini ein hóskandi byrjan, hóast ein venjingardystur eisini hevði verið ynskiligur, segði Eyðun við Portalin eftir tíðindafundin - øll samrøðan kann síggjast og hoyrast ovast her.

Fýra spælarar við U21-aldri, ið hava spælt ein leiklut har fyrr, og sum helst verða týdningarmikilir í undankappingini eru ikki tøkir hesuferð: Samuel Johansen Chukwudi, Heini Fossdalsá Sørensen og Jørgen Nielsen eru skaddir, og Noah Mneney, er í elsta U21-árganginum, er við A-landsliðnum.


Hópurin:
Málverjar: 
Ari Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)

Verjuspælarar: 
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Áki Johannesen, B68 Toftir
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Símun Kalsø, KÍ Klaksvík
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur

Miðvallarar:
Poul Kallsberg, Víkingur
Emil Weihe Joensen, B36 Tórshavn
Jónas Warner, B68 Toftir
Jóhann Højbro, ÍF Fuglafjørður
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Beinir Nolsøe, NSÍ Runavík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

Áleyparar: 
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Silas Gaard, KÍ Klaksvík
Olaf Bárðarson, Víkingur

Leikskráin 2023
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar

21. mars Portugal – Føroyar
5. sept. Kroatia – Føroyar
10. sept. Føroyar – Grikkaland
11. okt. Føroyar – Portugal
15. okt. Føroyar – Hvítarussland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder