Hondbóltur

Eyðun hevur tikið sín fyrsta hóp út

U21-landsliðið hevur venjingarlegu í høvuðsstaðnum síðsta vikuskifti í mars - undankappingini byrjar í juni. Fleiri spælarar sum fara at fáa týðandi leiklut mangla, og nógv nýggj nøvn eru á listanum.

Eyðun Klakstein gleðir seg at koma í gongd saman við toyminum og einum nýggjum, blandaðum hópi (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein gleðir seg at koma í gongd saman við toyminum og einum nýggjum, blandaðum hópi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-13 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn A-landsliðið til dystirnar síðst í mars varð úttikin, trein Eyðun Klakstein á pallinum í FSF-húsinum og kunngjørdi hópin til venjingarleguna hjá U21-landsliðnum, sum verður 24. - 26. mars.

Klaksvíkingurin hevur tikið við eftir Sámal Erik Hentze, og saman við hjálparvenjaranum Atla Gregersen hevur hann tikið 25 ungar mans út. 

Tríggir spælarar - ein í hvørjari ketu á vøllinum - sum helst fáa týðandi leiklutir í undankappingini mangla vegna skaðatrupulleikar: Samuel Johansen Chukwudi, Heini Fossdalsá Sørensen og Jørgen Nielsen. Noah Mneney er í elsta U21-árganginum, men nú talan er um venjingarlegu og ikki undankappingardystir, og A-landsliðið manglar fleiri sentralar miðvallarar, er Noah úttikin

[object Object]
Martin Agnarsson var við A-landsliðnum í november - hesaferð er 19-ára gamli vinstri bakkurin úr Viborg á U21-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Fuglfirðingurin gjørdi tað eisini heilt væl fyri Víking í fjør og hevur nú sáttmála við Bryne í næstbestu norsku deildini. Í tí deildini spælir Gullbrandur Øregaard eisini, og eins og tveir úr Hvidovre og Martin Agnarsson úr Superliga-felagnum Viborg, kemur hann heim til venjingarlegu.

Spælarar umboðandi tey flestu feløgini í Føroyum verða við, og nógvir av teimum eru heilt nýggir í U21-landsliðshøpi, og nakrir hava fyri stuttum fingið koyrikort. 

Eyðun Klakstein segði, at hetta er ein nýggj byrjan við einum øðrvísi toymi, og at tað er gott at fáa eina venjingarlegu nú, har nógvir sleppa at vísa seg fram - undankappingini byrjar í summar. Seinni í dag ber til at hoyra samrøðu við nýggja U21-landsliðsvenjaran á Portalinum.

Hópurin

Málverjar: 

Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)

Verjuspælarar: 
Eiler Fróðason, 07 Vestur
Áki Johannesen, B68 Toftir
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Símun Kalsø, KÍ Klaksvík
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur

Miðvallarar:
Poul Kallsberg, Víkingur
Emil Weihe Joensen, B36 Tórshavn
Jónas Warner, B68 Toftir
Jóhann Højbro, ÍF Fuglafjørður
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Beinir Nolsøe, NSÍ Runavík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur

Áleyparar: 
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Silas Gaard, KÍ Klaksvík
Olaf Bárðarson, Víkingur

Leikskráin
16. juni Føroyar – Andorra
7. sept. Hvítarussland – Føroyar
12. sept. Føroyar – Kroatia
17. okt. Andorra – Føroyar
16. nov. Grikkaland – Føroyar

21. mars Portugal – Føroyar
5. sept. Kroatia – Føroyar
10. sept. Føroyar – Grikkaland
11. okt. Føroyar – Portugal
15. okt. Føroyar – Hvítarussland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder