Føroyar taptu 5-0 fyri Kekkia í venjingardysti í november. Tá var Teitur Matras Gestsson ikki við - vegna skaða. Hann var heldur ikki við fyrstu uppgávurnar í ár í Moldova og Norðurmakedónia - vegna persónlig viðurskifti.
Nú er 30-ára gamli málverjin úr HB aftur, og sær hann fram til at spæla á Tórsvølli fyri nógvum føroyingum aftur.
Seinast tað hendi, var síðst í september í fjør, tá Teitur og liðfelagarnir koppaðu Turkalandi í Nations League. Slík úrslit geva ein trúgv uppá, at man kann vinna á øllum, sigur Teitur Matras Gestsson.
Føroyar og Kekkia spæla leygarkvøldið klokkan 19 á Tórsvølli.
Sí eisini:
Myndir: Komu í gongd aftur í góðveðrinum
Video:
Klæmint: - Kann ikki minnast at eg havi verið betur fyri
Bjartalíð: - Tað er fantastiskt at vera aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald