Köln, Týskland (Portalurin): - Í dag skora vit uppá so at siga alt. Gott at enda árið við einum sigri.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki beinleiðis ovurfegin um Champions League-bronsuna, men 22-ára gamli føroyingurin er nógv nøgdari í dag, enn hann var eftir Barcelona-tapið í gjár - hóast hann als ikki spældi eins nógv í dag.
Nøkur heilt fá “føroysk álop” men sigur á týsku meistarunum úr Magdeburg. Umráðandi at vísa nakað annað í dag, og tað var serliga stuttligt í 1. hálvleiki, sigur Elias við Portalin.
Les eisini: Kiel endaði við bronsuni í Champions League
Samanumtikið er kappingarárið við 4. plássi í Bundesliguni, tapi tíðliga í steypakappingini og stórtapinum í gjár ikki nøktandi.
- Hevur verið ov vánaligt frá okkara síðu. Øðiliga nógv sum kann betrast.
Elias Ellefsen á Skipagøtu sigur tó, at hann hevur lært nógv av sínum fyrsta ári í týskum hondbólti - kanska serliga uttanfyri sjálvan vøllin.
Hoyr samrøðuna við føroyska Champions League bronsuvinnaran ovast.
Final Four
Í dag, sunnudagin 9. juni, í Lanxess Arena
(Bronsudystur) THW Kiel - Magdeburg 32-28 (23-14)
Dystargongdin:
5. min: 4-1
10 min: 9-6
15 min: 11-7 (16 min: TO - +5)
20 min: 15-9
25 min: 19-12
30 min: 23-14
35 min: 25-17
40 min: 25-19
45 min: 27-22 (-5 fyri fyrstu ferð leingi)
50 min: 28-23
55 min: 30-25
60 min: 32-28
Útvísingar:
THW Kiel: 8
SC Magdeburg: 3
Finala (17.00): Aalborg - Barcelona (sæst á DR2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald