Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fyri løtu síðani havt sína seinastu veruligu venjing áðrenn lykladystin í EM-undankappingini móti Ukraina, sum verður í annaðkvøld. Beint undan venjingini fingu við orðið á landsliðsvenjaran.
Peter Bredsdorff-Larsen fegnaðist um, at føroyska liðið tykist at vera væl fyri, og at allir hava vant saman seinastu dagarnar - Teis Horn Rasmussen kom tó ikki fyrrenn mánadagin vegna dyst sunnudagin.
Danin sigur við Portalin, at tað eru verjuspælið og smálutirnir, ið teir nú hugsavna seg mest um. Hetta sást eisini aftur í venjingini.
Sí eisini myndir frá venjingini
Tað er serliga vinstri bakkurin Igor Turchenko (nr. 17), ið føroyska verjan skal tálma. Hann skoraði níggju mál í dystinum millum liðini í fjør, ið Ukraina vann við fýra málum. Tann dysturin var í Týsklandi, har liðið hjá Turchenko - Motor Zaporizhzhia - í løtuni spælir í næstbestu deildini vegna kríggið í Ukraina. Igor Turchenko hevur verið toppskjútti í trimum av fýra dystum hjá Ukraina í undankappingini.
Peter Bredsdorff-Larsen sigur, at í síðsta dystinum millum liðini misnýtti Føroyar og nógvar møguleikar. Hann er rímiliga vísur í, at føroyska liðið fer at spæla seg til nóg mikið av góðum møguleikum í morgin, og at man hesuferð skal vera skarpari.
Fyrsta bríksl í Høllini á Hálsi verður klokkan 19. Føroyar skulu vinna fyri at halda fast í EM-møguleikanum. Landsliðsvenjarin kom til endans inn á tað "jaliga trýstið", ið føroyska liðið er undir nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald