Hondbóltur

Video: - Leita eftir kensluni frá U21-landsliðnum í 2017

- Vit eru ógvuliga spentir at sleppa út á vøllin at vísa hvat vit kunnu, sigur Kjartan Johansen, ið millum annað vísir á, at tað um vikuskiftið verður talan um eitt føroyskt lið, ið fer at spæla skjótt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-11 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

25-ára gamli strandingurin var ein lyklaleikari, tá føroyska U21-landsliðið í 2017 spældi tríggjar heimadystir uppá eitt vikuskifti í HM-undankapping. Har eydnaðist at vinna bólkin, ið var neyðugt fyri at koma víðari. Harvið komu Føroyar fyri fyrstu ferð í eitt HM-endaspæli í einum liðítrótti.

Hesaferð er annað pláss nóg mikið fyri víðari luttøku úr fýra-liðs bólki í Føroyum, men topp-tvey um vikuskiftið gevur ikki nøkrum atgongumerki til HM-endaspæl, men atgongumerki til næsta umfar í undankappingini.

Tó er talan um eina kenslu, ið kann minna um hana frá 2017, og sum Kjartan Johansen og áleið javngomlu liðfelagirnir ynskja aftur.

Hetta kom strandingurin millum annað inn á í samrøðu við Portalin í Banknordik høvuðssætinum í Havn í gjár, har ein 22-mans hópur varð kunngjørdur.

Sí eisini: Myndir: Nýggju venjararnir kunngjørdu sín fyrsta hóp

Um føroyska leikháttin segði lámi bakspælarin, at Føroyar nú hava fleiri duelspælarar og ætla at spæla við uppaftur meira ferð enn áður, og at hetta hóskar honum væl.

Eftir nøkur góð ár í Viking Stavenger skifti Kjartan til Svøríkis síðsta summar. Tá hevði hann ein skaða at dragast við, men nú peikar pílurin beint uppeftir nú, og 10'arin vónar at sleppa at vísa hetta í Høllini á Hálsi um vikuskiftið.

Sí eisini:

Nýggi landsliðsvenjarin: Als ikki vónbrotnir av føroyskum hondbólti

Elias á Skipagøtu: Enn óvist um eg spæli

Tróndur Mikkelsen: Kenna okkum ikki trýstar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder