KÍ hevði seint seinnapartin sína seinastu venjing undan søguliga Europa League play-off dystinum móti moldiviska meistaraliðnum Sheriff Tiraspol.
Portalurin fekk í hesum sambandi orðið á Magna Hoseth. KÍ-høvuðsvenjarin setti millum annað orð á tað at spæla nógvar dystir, tað ikki at vinna og hvussu sterkt mótsstøðulið talan er um.
Magne Hoseth hevur nógv at hugsa um, nú fleiri spælarar mangla/eru ivasamir, gongdin ikki er eins góð, og mótsstøðuliðið hevur serligar dygdir (Mynd: Bjarni Enghamar)
Myndir: - Til reiðar til play-off dystin
Tað er ikki hissini ferð og álopskendar dygdir hetta liðið, við so góðum evropeiskum úrslitum, hevur, staðfesti Hoseth. Tó eru ymisk ting hjá KÍ at spæla uppá, segði norðmaðurin eisini. KÍ-høvuðsvenjarin væntar eisini meira undirhaldandi dyst enn teir móti Molde.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í annaðkvøldi, hósdagin 23. august, verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin. Atgongumerki kunnu keypast her
Video: Bjarni Enghamar
Sí eisini:
Fleiri ivamál hjá KÍ
Sheriff er ikki stórfavorittur á Tórsvølli
Fótbóltur
Video: - Sheriff er sterkasta mótstøðan higartil
- Skulu geva alt, og meira, fyri at hava ein møguleika. KÍ skal standa saman og vilja tað meira móti ferðmiklu einstaklingunum í morgin, staðfestir Magne Hoseth..
2023-08-23 19:53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald