
Sunnukvøldið var stórur fagnaður á Safamýri, har Víkingur Reykjavík tryggjaði sær sítt áttanda meistaraheiti og tað triðja seinasta fimm árini.
Gunnar Vatnhamar var við at vinna greipuna í sínum fyrsta árið í íslendska høvuðsstaðnum. Tá var føroyski landsliðsmiðverjin týðandi partur av liðnum, og tað hevur hann eisini verið í ár.
30-ára gamli leirvíkingurin var við at halda málið reint móti FH sunnudagin - sí hæddarpunkt ovast ella her.
Sí eisini: Gunnar Vatnhamar er aftur íslendskur meistari
Í løtuni fyrireika Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir seg til at taka ímóti Montenegro á Tórsvølli. Hesin dysturin verður í morgin, hósdagin, klokkan 19.45.
Les eisini: Skulu stríðast um 3. plássið á Tórsvølli hóskvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald