Fótbóltur

Video: - Spæla vit upp til okkara besta her ber alt til

René Shaki Joensen setur orð á sína skaðastøðu, mótstøðuliðið og møguleikarnar hjá KÍ í annaðkvøld, umframt nýggja veruleikan hjá hópinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-23 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er hetta, sum hevur verið málið hjá okkum, mentalt takkli eg tað, men kroppurin skal fylgja við.

Soleiðis sigur René Shaki Joensen um stóru avbjóðingarnar og tøttu dystarskránna, sum KÍ er farið inn í. 30-ára gamli havnarmaðurin, ið hevur staðið sterkur í myndini hetta stóra evropeiska summar, hevur longu merkt ein vansa av góðu gongdini.

Tann eini lærkrikin er ovbyrjaður. Tískil noyddist René tíðliga av vøllinum móti 07 Vestur - eftir at hava skorað - og nú er hann ógvuliga ivasamur til dystin í morgin.

- Vanliga tekur slíkt umleið eina viku, og nú tað eru bert tríggir dagar síðani. Nú fáa vit at síggja - eg skal kannast nærri.

Sum venjarin Magne Hoseth hevur víst á fyri hópinum og Portalinum, so verður Sheriff Tiraspol so verður hetta ein stór og heldur øðrvísi avbjóðing, í mun til undanfarnu evropeisku dystirnar. René Shaki Joensen setur í videobrotinum omanfyri orð á, hvørjar avbjóðingar eru fyri KÍ í morgin, men eisini hvat kann vera til fyrimuns fyri føroyameistararnar.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli í annaðkvøldi, hósdagin 23. august, verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin. Atgongumerki kunnu keypast her

Video: Bjarni Enghamar

Sí eisini: 
Fleiri ivamál hjá KÍ
Sheriff er ikki stórfavorittur á Tórsvølli
Myndir: - Til reiðar til play-off dystin


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder