Hondbóltur

Video: - Stuttligt við so nógvum áskoðarum og stuttligari við sigri

Økslin kennist væl nú, og eg vóni at taka hetta spælið við til Oslo, sigur Bjarni í Selvindi. Nummar fýra hjá Føroyum skoraði fýra mál í fýra-máls sigrinum í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-11 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð spardur fríggjakvøldið, men frá byrjan í kvøld slepti Peter Bredsdorff-Larsen Bjarna í Selvindi leysan.

22-ára gamli skálamaðurin tók eisini av og skoraði tvey tey fyrstu málini hjá Føroyum. Hann átti eisini okkurt upplegg og vunnið brotskast, og tá ein av størstu álopskendu profilunum í Íslandi kom aftur á vøllin í 2. hálvleiki, gjørdi bakkurin aftur bart.

- Eg fekk eina góða jólaferiu, og nú haldi eg, at økslin er góð.

Samanlagt skjeyt nummar fýra hjá Føroyum fýra mál í fýra-máls sigrinum á Italia. 

Bjarni í Selvindi varð skurðviðgjørdur í skotøkslini í heyst, men hann gjørdist til reiðar so til ber at koma við til HM.

Sí samrøðuna, sum Tormóður Petursson Djurhuus gjørdi, omanfyri.

Sí eisini: Málveitsla og sigur áðrenn fráferð til Oslo

---------------------------------

Føroyar - Italia (EM-fyrireikingardystur) 38-34

Dystargongdin 
5 min: 3-5
10 min:7-7
15 min: 9-10
20 min: 12-12
25 min: 15-14
30 min: 18-17
35 min: 22-20
40 min: 25-24
45 min: 28-27
50 min: 30-30
55 min: 33-31
60 min: 38-34

Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 7 (1)
Leivur Mortensen 7 (1)
Ísak Vedelsbøl 5
Pauli Mittún 5
Teis Horn Rasmussen 4
Bjarni í Selvindi 4
Vilhelm Poulsen 3
Ròi Ellefsen á Skipagøtu 2
Óli Mittún 1

Bjargingar: 
Pauli Jacobsen 10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder