Fótbóltur

Video: Adrian við rakett

Eitt kongamál skýra danskir miðlar og viðmerkjarar tað.

Adrian Justinussen sveiggjaði aftur høgra beinið væl í gjár (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Adrian Justinussen sveiggjaði aftur høgra beinið væl í gjár (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-10-26 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska TV3 Sport hevur lagt langskotsmálið hjá 26-ára gamla føroyinginum í gjár út.

Tað sæst HER (á tv3 sport.dk)

Talan var um níggjunda landskappingarmálið hjá Adriani í hesum kappingarárinum. 9 mál í 14 dystum og harvið er Adrian Rúnason Justinussen næstovast á toppskjúttalistanum í næstbestu donsku deildini.

Adrian vann eisini brotssparki, sum Hillerød økti við í 2-0 sigrinum á Horsens í gjár. Harvið hevði føroyski vongurin stóran leiklut. 

Daniel Johansen spældi eisini allan dystin á vinstra vongbakki og stóð seg væl. 

Les meira: Adrian avgerandi í Hillerød-sigri

[object Object]Daniel Johansne hevur eisini vunnið sær fast pláss hjá Hillerød. Hann og Adrian Justinussen eru nú fast við A-landsliðnum, men leikluturin er ikki so stórur - serliga ikki hjá Daniel - hóast teir spæla uttanlands (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder