Fótbóltur

Video: B68 mundi farið avstað við øllum á Toftum

Víkingur megnaði tó at fáa javnleik tá toftamenn fingu brotsspark dømt í móti sær í yvirtíðini. Síggj hæddarpunkt frá undirhaldandi dystinum.

(Skíggjamynd: Televarpið)

(Skíggjamynd: Televarpið)

2025-09-01 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingur kom á odda tá bara tjúgu minuttir vórðu spældir, men innanfyri smáar tríggjar minuttir miðskeiðis í seinna hálvleiki, vendi tað tó frá 0-1 til 2-1 á Toftum.

Tað gekk galið í uppspælinum hjá Víkingi, ið annars hevur verið sterkt - serliga í meistaraárinum í fjør. Fyrst spældi Arnbjørn Svensson bóltin til ein B68'ara á egnari hálvu og síðani hin miðverjin, Atli Gregersen. Ungu og ágrýtnu Djóni Samuelsen og Hanus Højgaard revsaðu mistøkini við kassa eitt.

Talan gjørdist tó ikki um fyrsta sigurin hjá B68 eftir summarsteðgin men heldur triði javnleikurin á rað hjá Víkingi. Í 90. minutti kom bólturin í hondina á Karstini Clementsen, tá Ingi Jonhardsson royndi at fara framvið honum í B68-brotsteignum. Sølvi Vatnhamar var aftur ísakaldur og sendi bóltin heilt upp í málhornið.

Síggj samandrátt frá B68-Vikingur niðanfyri

Fleiri samandráttir síggjast á tv.fo her

--

Betri deildin 21. umfar
Leygardagin 29. august
B68 - Víkingur 2-2 (0-1)
20' Sølvi Vatnhamar (Ingi Jonhardsson) 0-1
67' Djóni Samuelsen 1-1
69' Hanus Højgaard 2-1
90 (+1)' Sølvi Vatnhamar, br.

Bara tvey stig eru nú millum Víking á fjórða plássi og B36 á fimta plássi. Eftir hetta umfari er landsliðssteðgur. B68 liggur væl fyri í mun til niðurflytingarstríðið við 20 stigum.

Les eisini: Nú eru bert tvey stig millum B36 og Víking

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder